Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Metingar: Ein týðandi dystur í Gundadali í kvøld

Jákup Ósá

Hesaferð raka skaðar og fráfall møguliga harðari hjá NSÍ enn hjá B36, sum fyrr í ár var skert.

Í kvøld kunnu vit fáa eitt nýtt oddalið í Effodeildini. Tað hendir, um NSÍ vinnur dystin móti B36. Hinvegin kann B36 taka fyrsta stigið til at taka oddasessin í kvøld. Tað hendir, um B36 vinnur dystin í kvøld og eisini sunnudagin móti Víkingi, sum undir øllum umstøðum eisini verður ein sera týðandi dystur.

Báðir dystirnir millum B36 og NSÍ eru endaðir við javnleiki í ár. Kanska heldur óvæntað, at NSÍ fekk javnleik í Gundadali og kanska heldur óvæntað, at eitt sera skert B36 lið fekk javnleik við Løkin seinni í kappingini. Í kvøld er B36 í nærmast sterkastu útgávu, meðan NSÍ møguliga manglar tveir av sínum størstu profilum í Bárði J. Hansen og Árna Frederiksberg, sum báðir dragast við skaðar. Og sum skilst spælir Betuel Hansen møguliga heldur ikki. Tá tosa vit um eitt lið, sum er nógv skert. Árni og Bárður eru teir báðir leikararnir hjá NSÍ, ið hava lagt upp til flest mál (14 mál tilsamans). Vera teir ikki við, so er B36 favorittur. Ikki minst tí vit sóu leygardagin, at NSÍ framvegis hevur tað trupult í Gundadali, tá HB vann greiðan sigur. Hóast HB er væl fyri í løtuni, so er B36 form sterkasta liðið í deildini, og tí verður mótstøðan helst minst líka sterk. NSÍ liðið hevur bestu verjuna í landinum um vit hyggja eftir, hvussu nógv mál fara ígjøgnum. Men verjan sá ivasom út móti HB og kanska er tað tekin um, at í Gundadali, so trívist NSÍ ikki, tí eisini móti B36 fyrr í ár fóru tvey mál ígjøgnum. Hinvegin er hetta stóra royndin hjá B36, tí sigrarnir seinastu tíðina eru komnir móti liðum, sum liggja lægri á stigatalvuni. Spurningurin er so, um liðini eru nøgd við javnleik. Fyri B36 merkir tað tá, at liðið tá skal hava stig í Sarpugerði móti Víkingi fyri at varðveita FM møguleikan, meðan NSÍ tá helst eisini skal hava hjálp frá B36, so at Víkingur ikki vinnur sín dyst móti B36. Tí fyri bæði liðini verður tað trupult at innheinta Víking, um tað vera fleiri enn 3 stig upp við bara 7 dystum eftir at leika. B36 og NSÍ eru álopskend lið og leggja bæði seg eftir at spæla sítt spæl, so kunnu vit fáa eina undirhaldandi og málríkan dyst. B36 er favorittur á heimavølli og rímiliga greiður, um Árni Frederiksberg og Bárður J. Hansen (og møguliga Betuel Hansen) ikki spæla. NSÍ hevur breiðan hóp og dugnaligar leikarar at seta inn, men til slíkar dystir er tað ikki optimal støða, at skula skifta 2-3 lyklaleikarar út. Tipping: 1 (3-2)

Veddingarfyritøkurnar vóru á middegisamdar um, at talan verður um javnan dyst millum B36 og NSÍ. B36 ersera lítil favorittur og gevur pengarnar 2,25 ferðir aftur, meðanNSÍ gevur 2,62 ferðir pengarnar aftur hjá Bet365.  

Harleywoodpaint