Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Metingar um 1/8 finalurnar

Jákup Ósá

2. páskadag vera 1/8 finalurnar í steypakappingini hjá monnum í fótbólti leiktar.

2. páskadag vera 1/8 finalurnar í steypakappingini hjá monnum í fótbólti leiktar. Í fleiri dystum spæla lið úr lægru deildunum og tey eru trupul at meta um. Men sjáldan síggja vit sera óvæntað úrslit í føroysku steypakappingini, har t.d. lið úr lægru deildunum sláa lið úr bestu deildini út.

Víkingur-B68

Eysturoyaruppgerð og søguliga hava hesi bæði liðini spælt fleiri spennandi dystir. Serliga áhugavert er, at B68 er seinasta liðið, sum slerdi Víking út úr steypakappingini. Tað hendi í 2011, tá B68 vann kvartfinalu í Sarpugerði eftir brotssparkskapping. Síðani tá hevur B68 havt munandi størri útskifting og hesaferð er eisini ein deild á muni, nú B68 í fjør flutti niður. Víkingur er stórfavorittur, men B68, har Jann Ingi Petersen aftur var at síggja á vøllinum seinast, kann geva mótstøðu nakað inn í dystin. Tá dómarin floytar av eru tó helst fleiri mál á muni. Tipping: 1 (4-0)

MB-Giza/Hoyvík

MB liggur aftast í 1.deild við ongum stigi og málúrtøkuni 2-11 eftir 4 umfør, meðan Giza/Hoyvík spælir í 2.deild, har kappingin ikki er byrjað enn. Giza/Hoyvík hevur spælt ein innleiðandi dyst í steypakappingini, har liðið vann 5-0 móti Undrinum. Á Giza/Hoyvík liðnum eru leikarar sum Leivur H. Joensen og Ahmed Keita, sum í fjør spældu í Effodeildini við ávikavist AB og Skála. Okkurt bendur á, at talan er um eitt av veikastu liðunum í 1.deild og eitt av teimum sterkastu í 2.deild. Tað burdi borgað fyri einum jøvnum dysti. Ein profilur sum Ahmed Keita kundi skjótt blivið munurin á liðunum, tí slíkan hevur MB ikki. Tipping: 2 (2-3)

HB-Skála

Hesin dysturin minnir eitt sindur um dystin í Sarpugerði. HB er greiður favorittur, men Skála liðið kann geva mótstøðu. Skála hevur ikki havt so stóra útskifting í vetur hóast liðið flutti niður og tað sær út sum at liðið hevur beina kós uppaftur í bestu deildina. Tá Skála spældi venjingardyst móti KÍ fyrr í ár lá liðið sera ”kompakt” og gav fáar møguleikar burtur. Tað verður neyvan eins lætt hesaferð og HB vísti móti EB/Streymi, at liðið er komið í gongd við málskjótingina. Um HB ikki undirmetir Skála, so vinnur heimaliðið við nøkrum málum. Tipping: 1 (4-1)

NSÍ-FC Suðuroy

Ein av trimum uppgerðum millum tvey Effodeildarlið. NSÍ er oddaliðið í landskappingini og ein heimadystur móti botnliðnum í deildini plagar at passa heimaliðnum væl. FC Suðuroy hevur einki megnað higartil í Effodeildini og fyri eitt slíkt lið er ein útidystur í Runavík kanska tann truplasti yvirhøvur at spæla. Álopsmaskinan hjá NSÍ ger mest sannlíkt av við FC Suðuroy, og tí fáa vit ein greiðan heimasigur, men NSÍ hevur ikki hildið málið reint nakran dyst í ár, so kanska fær FC Suðuroy eitt mál. Tipping: 1 (5-1)

ÍF-B71

ÍF spælir endiliga á heimavølli og er uttan iva sera uppsett at koma orduliga í gongd við kappingarárið, har liðið næstan bara hevur spælt javnleikir í landskappingini. B71 hevur enn ongan dyst tapt í 1.deild, men liðið tykist hava ov ójavna dygd. B71 hevur ein málverja, sum áður hevur verið á A-landsliðnum, og hann skal spæla ein framúrskarandi dyst, um B71 skal hava nakran møguleika og helst eisini um tapið ikki skal gerast ov stórt. Hetta verður helst dysturin, har ÍF álopssmaskiman kemur í gongd, og tað skal vera løgið, um ÍF ikki vinnur ein tryggan sigur. Tipping: 1 (4-0)

B36-TB

Í landskappingini liggja hesi bæði sum nummar 2 og 5, og tí er hetta kanska ”størsti” dysturin í 1/8 finalunum. B36 vísti lítið í álopsspælinum móti KÍ, men hinvegin sá verjuparturin hjá B36 sterkur út og lat ikki KÍ koma til stórvegis av møguleikum. TB hevur fingið ein javnleik í Gundadali fyrr hetta kappingarárið, og TB hevur í øllum dystunum víst ein fyrimyndarligan hugburð. TB hevur møguleika at fáa ein javnleik, um alt spælir við, men B36 er betra liðið og vinnur dystin undir vanligum umstøðum. Tipping: 1 (2-0)

07Vestur-AB

07Vestur hevur vunnið 9 av 12 stigum í næstbestu deildini og hevur fleiri leikarar við royndum úr bestu deildini. Liðið tykist vera eitt vet aftanfyri Skála í styrki, men á heimavølli kann liðið helst geva mótstøðu. AB hevur bara spælt javnleikir higartil og vanliga trívist AB ikki væl, tá liðið er favorittur og spælir á útivølli. Samstundis hevur AB trupulleikar við at skora mál. Tí kann hetta blíva ein spennandi dystur og kemur eitt óvæntað úrslit í 1/8 finalunum, so er eitt tað besta boðið kanska í hesum dystinum. Tipping: 2 (1-3)

EB/Streymur-KÍ

Kanska tann javnasta uppgerðin á pappírinum, har Effolið spæla. Ein spennandi dystur við Margáir, har EB/Streymur hetta kappingarárið hevur spælt tvær ferðir og sum skilst verið betra liðið báðar dystirnar, um hugt verður eftir mál møguleikum. KÍ er trupult at rokna út fyri tíðina. Í Sarpugerði sóu vit ein opnan dyst við nógvum mál møguleikum og málum báðar vegir, meðan vit í Gundadali sóu ein dyst uttan mál møguleikar og eitt mál, sum kom uppá brotsspark. EB/Streymur hevur ongantíð í søguni tapt við Margáir móti KÍ í bestu deildini ella í steypakappingini. Skírisdag megnaðu báðir klaksvíkingarnir á EB/Streyma liðnum tað, sum eingin á KÍ liðnum megnaði: At skora mál í Gundadali. KÍ hevur havt truplar dystir seinastu tíðina og hevur ikki havt marginalarnar við sær í tøttum dystum. Fyri fyrstu ferð í nógv í fleiri ár er KÍ favorittur við Margáir, og á pappírinum er KÍ eitt sterkari lið. Men favoritt leikluturin er ikki stórur. Tí EB/Streymur hevur heimavøllin og siðvenjuna á sínari síðu bæði við at spæla móti KÍ og í steypakappingini. Tí verður talan helst um ein sera spennandi dyst, har 1 ella hægst 2 mál skilja liðini, um vit ikki fara út í umdyst. Tipping: 2 (0-1)

Harleyfacadeacryl