Mikukvøldið verður fult umfar í Betri Deildini hjá monnum.
B36-07 Vestur
B36 er favorittur á heimavølli móti 07 Vestur. Men 07 Vestur hevði í fjør gott tak á B36 í fleiri av dystunum, og tí kann tað blíva meira spennandi enn pappírið sigur. B36 tykist betri í ár enn undanfarnu ár, meðan tað eru deildar meiningar um, hvørs 07 Vesur er betri ella verri enn í fjør. Tipping: 1 (2-0)
TB-HB
TB fekk eina ræðuliga byrjan fyrstu tvey umførini, tá skráin heldur ikki hjálpti til, har TB hevði útidystir móti topp 2 frá í fjør. Móti EB/Streymi sá nógv betri út og tá var talan um javnan dyst. Hesaferð fáa vit at síggja, um úrslitini móti toppliðunum batna á heimavølli. Kemur HB-álopsmaskinan í gongd við Mikkel Dahl og Mads Borchers, so kann HB fara at vinna stórt. Tipping: 2 (0-4)
B68-Víkingur
B68 hevur ofta argað Víking, men so eru eisini dystir, har Víkingur hevur vunnið stórt. Hesaferð bendur mest á, at vit fáa ein javnan dyst, har Víkingur tó er favorittur. Víkingur hevur nú eisini mist Gunnar Vatnhamar til Íslands, og tað kann fara at merkjast onkrar dystir, tí Gunnar hevur verið álitisleikari síðstu árini. B68 spældi upp móti B36, meðan Víkingur vann akkurat á ÍF hóast stóra yvirvág í málmøguleikum. Tipping: 2 (1-2)
ÍF-EB/Streymur
Kanska mest spennandi dysturin í umfarinum verður í Fuglafirði. Bæði liðini hava longu vunnið í ár, so tey eru ikki so trýst sum onnur lið. Undan kappingini var EB/Streymur mett sum tað betra av hesum liðunum, men ÍF hevur heimavøll. Enn er ikki trýst á hesum báðum liðunum. Ein dystur sum útfrá avrikum higartil kann fara báðar vegir, men vit tippa, at EB/Streymur koppar tí. Tipping: 2 (0-1)
AB-KÍ
KÍ hevur síðani minniliga dystin móti AB í 2016 fingið fulla úrtøku móti argjamonnum, og tað minnir ikki sørt um líknandi hending, tá KÍ vann móti EB/Streymi í síðsta umfarinum i 2006 sum gjørdi, at HB vann FM. Tá gingu fleiri ár til KÍ aftur fekk stig móti EB/Streymi. Men vit kenna enn ov lítið til ársins KÍ-lið slíkar dystir. Vit sóu m.a., at EB/Streymur bara tapti 1-0 í Klaksvík, meðan 07 Vestur tapti minni enn í dystunum í fjør móti KÍ. Men undir vanligum umstøðum eigur KÍ at vinna trygt her. Tipping: 2 (0-2)



