Metropolis er ein sera stórur býur ella eitt økið sum fíggjarliga, politiskt og mentanarliga er miðdepil fyri eitt land ella landa økið- eitt sambindingarlig fyri altjóða ferðslu, handli o.s.fr.. Upprunaheitið er úr Grikkalandi og hevur týdningin av at verða \”móður býur” ein býur sum sendi út niðursetufólk at kolinarisera onnur økið. Býarøkir sum eru minni enn ein millión íbúgvar verða sera sjáldan kallað fyri Metropolar, er nakað av tí sum ymiskar orðabøkur skriva um orðið METROPOLIS.
Metropolis er ein sera stórur býur ella eitt økið sum fíggjarliga, politiskt og mentanarliga er miðdepil fyri eitt land ella landa økið- eitt sambindingarlig fyri altjóða ferðslu, handli o.s.fr.. Upprunaheitið er úr Grikkalandi og hevur týdningin av at verða “móður býur” ein býur sum sendi út niðursetufólk at kolinarisera onnur økið. Býarøkir sum eru minni enn ein millión íbúgvar verða sera sjáldan kallað fyri Metropolar, er nakað av tí sum ymiskar orðabøkur skriva um orðið METROPOLIS.
Men hetta er júst tað sum emætisfólk í føroyska høvuðstaðnum mæla landsstýrinum til at fremja í álitið sum gongur undir heitinum “Heildarætlan fyri Fólkaflyting og fólkavøkstur” og sum høvuðstaðarpressan og serliga Kringvarpið hevur gjørt nógv burtur úr.
Umframt milliarda íløgu sum løgtingið longu hevur samtykt at byggja glæsiligan skúlabygning og heilsuverk – alt sjálvandi í høvuðsstaðnum – verður nú mælt til at Føroya Landsstyrið tekur undir við ætlanum hjá Tórshavnar Kommunu og sentraliserar føroyska útbúgvingarverkið í Havn so býurin verður ein altjóða universitetsbýur.
Í tølum kunnu vit nevna at landskassin komandi sjey árini skal brúka góðar 200 milliónir til at útbyggja Fróðskaparsetrið. Harafturat skullu brúkast 800 mió. Kr. í nýggjum pengum til ymiska átøk at steðga frá flytingini m.a at gera livikorini hjá familjum betri – sum sjálvandi er skilagott – men í hesum pakkanum eru eisini stórar íløgur í skúlar og almenna íbúðarbygging í høvuðsstaðnum.
Ísakøld sentralisering
Álitið frá Vinnumálaráðnum sum átta embætisfólk úr Havn og eitt umboð fyri arbeiðsgevarafelagið hava skrivað, er merkisvert ekstremistiskt í síni ísakøldu og einoygdu ráðgeving um at sentralisera alt tað almenna útbúgvingarverkið og granskingarumhvørvið á einum ávísum matrikli í hesum lítla oyggjalandinum.
“Heildarætlan fyri Fólkaflyting og fólkavøkstur” sum Føroya Landsstýri hevur biði um og hevur til endamáls at vísa á átøk, sum kunnu vera við til at gera Føroyar til eitt meira lokkandi stað at búseta seg. Sambært álitinum er tað í stóran mun unga ættarliðið, serliga kvinnur, sum tróta í Føroyum.
Sambært bólkinum sjálvum hevur arbeiðsbólkurin kannað nógv ymisk viðurskifti.
…..Arbeiðsbólkurin vildi fegin havt tosað við aðrar útisetar enn teir, ið eru búsitandi í Danmark og í Englandi, men avmarkaða tíðin forðaði hesum. Arbeiðsbólkurin hevur tó um aðrar samskiftismiðlar fingið íkast frá útisetum uttan fyri Danmark….bólkasamrøðan varð hildin í miðstaðarøkinum, men fólk, ið eru búsitandi í Norðoyggjum, Eysturoynni og øðrum bygdum uttan fyri Havnina, hava tó eisini luttiki í samrøðum….. skriva embætisfólkini í Havn m.a..
Ein politiskur fylgibólkur sum var mannaður av seks politikarum úr Havn og einum úr Norðoyggjum og einum úr Vágunum hevur fylgt arbeiðinum.
Lítið nýtt er at lesa í álitinum sum í veruleikanum er ein long røð av tilvísingum til onnur álit og gransking sum longu framanundan er almenn.
Í álitinum eru ein røð av tiltøkum sum í stuttum fara at merkja at ein røð av skúlum og lestraríbúðum skullu byggjast í Havn við skattafyrimunum baði til tey sum byggja og tey sum leiga. Harafturat skal almennu Føroyar leggja seg á knæ fyri at fáa lesandi føroyingar heim og tað skal eisini gerast við stuðulskipanum og skattafyrimunum. Enntá “serfrøðingar” skullu hava skattafyrimunir fram um onnur.
Harafturat skullu almennu Føroyar seta umfatandi átøk í verk til at broyta hugburðin hjá føroyingum til Føroyar – herundir eisini hugburðin til tað almennu- og politisku skipanina.
”….Neiligi hugburðurin og vantandi álitið á Føroyar sum land at virka og liva í er ein sera týðandi – og higartil undirmettur partur av minkingini í fólkatalinum. Vinnuhúsið, Kommunusamskipan Føroya og Sendistovan arbeiða tí við at fyrireika eitt átak, har endamálið er at venda neiligu umrøðuni av Føroyum og at skapa bjartskygni og stoltleika ístaðin. Málbólkurin er bæði føroyingar í Føroyum og útisetar. Átakið skal samstundis gerast eitt grundarlag undir samskifti og teimum átøkum, sum verða sett í verk fyri at skapa fólkavøkstur í framtíðini, t.e. hjá kommunum, felagsskapum, vinnulívi, politiska myndugleikanum o.ø…..”
Nøkur av átøkunum mælt verður til:
1. Fróðskaparsetur Føroya: Útbúgving og gransking framtíðartryggja føroyska samfelagið
2. Vinnulig fígging av ph.d.-lestri
3. Granskingarsamstarv millum vinnulív og Fróðskaparsetrið/granskingarstovnar
4. Samstarv um hægri útbúgvingar millum lærustovnar
5. Kveikjandi lestrarumhvørvi: At byggja út Fróðskaparsetur Føroya
6. Kveikjandi lestrarumhvørvi: At byggja kollegium/lestraríbúðir
7. Útbúgvingarskrá: Yvirlit yvir útbúgvingarmøguleikar í Føroyum
8. Lærlingar í almenna geiranum
9. Almenn útboð og lærlingapláss í privata geiranum
Hóast almennu Føroyar seinastu 40 árini hevur miðsavna nærum allar almennar stovnar í Havn soleiðis at næstan helvtin av øllum borgarunum í landinum longu búgva i Havn – so mælir álitið til at meira ferð verður sett á miðsavningina og eingin ivi er um at undirliggjandi ætlanin er at allur føroyskur ungdómur skal savnast í Havn.
”….er neyðugt at skapa eitt miðsavnandi umhvørvi á Fróðskaparsetri Føroya. Eitt miðsavnað umhvørvi kann gerast eitt savningarstað hjá lesandi á Fróðskaparsetrinum, hjá starvsfólkum og granskarum og kann harumframt veita lesandi, sum taka útbúgving sum fjarlestur, møguleika at hittast í einum størri lestrarumhvørvi. Ein ætlan um at skapa eitt miðsavnandi lestrarumhvørvi á Fróðskaparsetrinum eigur eisini at fevna um einar 20 – 60 lestraríbúðir sum eitt kollegium á kampusøkinum. Havnin eigur at vera universitetsbýur, og tað samsvarar væl við ætlanirnar hjá Tórshavnar kommuna um Havnina sum altjóða universitetsbý….”
…. Eitt mál hjá Bústøðum og Tórshavnar kommunu kundi verið, at lutfallið í Havn skal vera har á leið ella hægri. Í fyrstu atløgu eigur størri dentur at verða lagdur á at byggja kollegii- og lestraríbúðir til lesandi, sum eru á hægri útbúgvingarstigi enn miðnám, og sum tí í stóran mun hava tilknýti til Fróðskaparsetrið og útbúgvingarstovnarnar á Debesartrøð……”
Nógv av tí sum stendur í álitinum er áhugaverdur lesnaður sum vert er at lesa, men enn einaferð verður staðfest at fráflytingin er als ikki eitt nýtt fyribrygdi:
”… Fráflyting sum fyribrigdi í Føroyum er í roynd og veru einki nýtt. Nú á døgum er stóri munurin, at burðaravlopið (t.e. munur millum fødd og deyð) er lægri enn nettoflytingin (t.e. munur millum til- og fráflyting). Viðøðrum orðum er talið á føddum børnum í mun til tal á deyðum ikki nóg høgt til at viga upp ímóti fráflytingini….”
Tórshavn verður ongantíð ein Metropolur sum kann bjóða tað sama sum Keypmannahavn og tí er tað burtur í vón og vitið at embætisfólk í Havn mæla til eina enn sterkari sentralisering sum uttan iva ferð at skeikla føroyska samfelagið enn meira.
Nógv av átøkunum sum álitið mælir til kunnu tykjast skilagóð men vit fara staðiliga at frámæla at fólkafráflytingin verður brúkt sum amboð til at sentralisera alt til Havnar.
Tað er ein sannroynd at vit eru í harðari kapping og løtt er kappingin ikki tá nærmasti grannin er heimsins ríkasta land har alsamt fleiri føroyinga leita sær arbeiði og bústað.
Eiga heldur at satsa upp á eitt fjøltátta vinnulív
Við síni plasering mitt í norðuratlantshavinum er tað tragist at síggja hvussu lítlan áhuga politiska skipanin og føroyska embætisverkið hevur fyri at betra um viðurskiftini hjá føroyskum vinnulívið á landi og á sjógvi. Hinvegin ræður er ein ovurhonds greði tá tað kemur til at uppfinna avgjøld og skattir at leggja á vinnulivið og serliga á tilfeingisvinnuna sum í størstan mun virkar uttan fyri føroyska høvuðsstaðin.
Sjómannafrádráttir hevur í mong ár verið eitt banni orð fyri føroyska embætisverki, men nú mæla somu ráðharrastovir til ein serligan akademikarafrádrátt – sum skal bjarga landinum.
Vit hava her ikki viðgjørt allar táttir í stóra á álitinum sum finst á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum, men vilja staðiliga ávara móti partinum sum er um at gera Tórshavn til ein altjóða universitetsbý – ein ætlan sum er dømd at miseydnast frá byrjan – og er tann reini galskapur.
Vit eiga í dag vælvirkandi skúladeplar í norðurøkinum, suðurøkinum og miðøkinum og tað er avgerandi fyri trivnaðin í landinum at hesir skúladeplar verða mentir soleiðis at ungdómurin í hesum økjum trívist.
Tí tá dagurin kemur at fólk uttan fyri miðøkið fara at flyta úr sínum heimstaði steðga tey neyvan í Havn men taka heldur leiðina til Danmarkar ella til heimsins ríkasta land, Norra, har tey til einhvørja tíð kunnu finna meira lønandi arbeiði ella betri lestrarumhvørvi.




