Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

MIA er nýggj hárfríðkanarstova í Klaksvík

Jóhann Lützen

Vit byrja í morgin og øll eru vælkomin at bíleggja tíðir, sigur Mia Staksá á Tjaldrafløtti

Tað er Mia Staksá á Tjaldrafløtti, ið eigur og rekur hárfríðkanarstovuna. Afturat henni koma 3 raskar damir at arbeiða, tær eru, Jóna Eyðnugarð, Shari Mikkelsen & Jacoba Viðoy Staksá.

Vit halda til á Nólsoyar Pálsgøtu 16, upplýsir Mia.

Í gjár varð skipað fyri eini hugnaligari móttøku har Mia takkaði øllum, sum stukku inná gólvið við heilsum, blómum og gávum.

Tey hava rigga hølini til í tríggja mánaðir og eru nú loksins komin á mál. .

Mánadagin byrja vit at arbeiða, og eru tit vælkomin at bíleggja tykkum tíð frá okkum á facebook ella 201020. Vit gleða okkum at hitta tykkum, sigur ein sera væl nøgd Mia at enda við Norðlýsið