Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Michelinkokkar royna føroyskt havsalt

Oliver Joensen

Tríggjir ungir dreingir frá Handilsskúlanum í Havn vunnu kappingina Ungt Virkið í Føroyum, nú skulu teir kappast víðari í Danmark.

Michelinkokkar royna føroyskt havsalt

Tríggjir ungir dreingir frá Handilsskúlanum í Havn vunnu kappingina Ungt Virkið í Føroyum, nú skulu teir kappast víðari í Danmark. Teir eita Tórur S. Hansen ið er stjóri, Rani K. Gærdbo ið er framleiðsluleiðari og Herman E. Winther, ið er sølu og marknaðarleiðari. Teirra virkið eiturAtlantic Sea salt, ið merkir salt frá Atlantshavinum.

“Tað at vit eru í Føroym har umhvørvi rundanum okkum ikki er dálka, og havið rundan um okkum er eitt tað reinasta í heiminum, er ein stórur fyrimunur fyri okkum, tá vit skulu marknaðarføra vøruna uttanlanda” hetta segði Herman E. Winther.

15 Apríl fingu teir vitjan av heimskendum michelinkokkum og tænarum. Millum annað var Claus Henriksen frá Dragholm slot og Pontus Elofsson frá heimsins bestu matstovu, Noma. Teir royndu teirra salt og góvu teimum nógv rós. Teir hildu at við hesum salti hava dreingirnir møguleika at selja vøruna til gourmet matstovur kring allan heimin. Teir vóru so bergtiknir, at nakrir av michelinkokkunum fegnir vilja nýta hesa vøru dagliga til teirra matgerð.

Í løtuni fyrigongur ein kapping á Facebook, ið er í samband við Ungt Virkið í Danmark. Allir bólkarnir ið eru við í kappingini hava møguleika at deila ein film á Facebook, tann filmurin ið flest fólk hava dámt vinnur ein serligan vinning.

Her er ein leinkja til sjónbandið, um tú hevur hug at stuðla hesum ungu dreingjum, tá teir fara at kappast í Danmark. Trýst á leinkjuna og dáma filmin hjá Atlantic Sea Salt. http://www.facebook.com/photo.php?v=335262943263621