Enn ein miðbýarætlan er til viðgerðar í býráðnum og á fundinum gjárakvøldið fegnaðust býráðslimir um at borgarar í býnum við Archibald Black á odda, eru komnir við einum hugskotið um eina miðbýarætlan.
Í skrivi, móttikið 5. maj 2009 skjóta 5 býráðslimir upp, at kanna politiska viljan at arbeiða við endurskoðan av býarskipanini við útgangsstøði í uppskotinum frá Archibald Black og fylgibólki hansara.
Býráðslimir fegnast um uppskotið og halda at umrødda uppskot er eitt vælegnað útgangsstøði til eina hugsskot- ella arkitektakapping um ein nýggjan miðbý í Klaksvík
Byggi- og býarskipanarbólkurin tekur fyri ein part eisini undir við umrødda uppskoti og metir tað vælegnað sum útgangsstøði í einari hugskots- ella arkitektakapping.
Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka fund við Archibald Black fyri at finna útav, í hvønn mun partarnir kunnu arbeiða saman við málinum. Tekniska Nevnd tekur undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.
– Arbeiði at gerða eina miðbýarætlan steðgaði upp tá royndirnar at byggja ein miðdepil í miðbýnum steðgaðu og tí tóku býráðslimir væl ímóti hugskotinum, sigur borgarstjórin í stuttari viðmerking.




