Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Miðdepil fyri endurvenjing á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Jóhann Lützen

Ætlanin um at umbyggja Gula Húsið til íbúðir til fólk, ið verða endurvand (rehabiliterað) á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, er slept. Í staðin flytur fyrisitingin oman í Gula Húsið, meðan íbúðir og kømur verða dagførd í núverandi starvsfólkabygninginum, deils til starvsfólk, ið arbeiða á sjúkrahúsinum, men eisini er ætlanin at oyramerkja eina heila hædd til sjúklingar, ið hava tørv á innivist í sambandi við eitt endurvenjingarskeið.

Tað er fyrst og fremst atkomuviðurskiftini til Gula Húsið, ið eru orsøk til hesa umskipan. Í fyrispurningi frá Jóhannisi Joensen úr Javnaðarflokkinum undrast tingmaðurin á, at tað ikki longur er gjørligt at búgva á Klaksvíkar Sjúkrahúsi undir endurvenjingini. Javnaðarmaðurin hevur alt rós at bera Klaksvíkar Sjúkrahúsi, kørmunum har og tí sosiala, og harmast av tí sama um, at tilboðini í oktober í fjør sá út til at halda uppat.

Nú er tað so greitt, at tilboðið ikki bara heldur fram, men ætlanin er at betra um karmarnar í starvsfólkabygninginum, so sjúklingar kunnu fáa bestu umstøður, tá ið teir eru til endurvenjing í Klaksvík.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur, at tað er í samsvari við Menningarætlanina frá 2016, at politisk støða varð tikin til, at endurmenning av sjúklingum við seinheilaskaða skal fara fram á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í tøttum samstarvi við serfrøðingamiðstøð í Danmark. Síðani er tilboðið støðugt ment, og í dag kann veitast spesialiserað endurmenningartilboð til seinheilaskadd. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur avtalu við 2 neurologar, sum skiftast um at koma til Føroya eina ferð um mánaðin, 3 dagar hvørja ferð, fyri at fylgja upp uppá sjúklingarnar. Eisini hevur Klaksvíkar Sjúkrahús avtalu við ein neurosálarfrøðing.

Gongdin seinnu árini hevur verið tann, at so hvørt tilboðini er ment í Føroyum, so koma sjúklingarnar nógv skjótari aftur til Føroya úr Danmark. Sjúkrahúsverkið hevur ment tilboðið við tvørfakligum tilfeingi, og millum annað eru fysioterapeutar, ergoterapeutar, ein talupedagogur, ein psykomotoriskur terapeutur, og bandagistur og ortopædkirurgiskur skómakari umfataðir.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur eisini í svari til fyrispurning frá Pálli á Reynatúgvu, tingmanni fyri Tjóðveldi, at nakað av endurmenning eisini fer fram á Suðuroyar Sjúkrahúsi, ið hevur eitt tilboð til Parkinson-sjúklingar, umframt at gongd er í málinum at menna tilboð til apopleksi- og sclerosusjúklingar, hvat viðvíkir endurmenning. Sum Norðlýsið vísti á herfyri í grein um Gula Húsið, ið eisini kann lesast niðanfyri, eru stig nú tikin til kostnaðarmeting og til at fáa játtað 16 milliónir til hesa umskipanina, har fyrisitingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi flytur oman í Gula Húsið. Tó fyriliggur eingin kostnaðarmeting til umvæling av starvsfólkabygningin, sum skal veita sjúklingum innivist í sambandi við endurvenjing.

Hervið ber til at siga, at tá tað kemur til endurmenning, er Klaksvíkar Sjúkrahús tað plássið, sum tað mesta av endurvenjingini ella rehabiliteringini hjá Sjúkrahúsverkinum er savnað, og at soleiðis fer eisini at vera framyvir, tó so, at ávís tilboð eisini vera í Suðuroy og møguliga á Landssjúkrahúsinum. Hetta er eisini í tráð við Menningarætlanina frá 2016. Landsstýrismaðurin vísir eisini í svarinum til Páll á Reynatúgvu aftur, at nakrar ætlanir eru at leggja endurmenningartilboð uttan fyri Sjúkrahúsverkið. Tískil kunnu sjúklingar, ið hava tørv á endurmenning, síggja fram til nýinnrættaðar íbúðir og kømur at uppihalda seg í undir endurmenningini, og harvið munandi betri karmar fyri endurvenjingini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Umframt betraðar karmar er innihaldið í endurmenningini eisini í støðugari menning, skilst.

Harleyfacadeacryl