Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Middlesbrough er aftur í Premier League

Jákup Ósá

Burnley og Middlsbrough eru flutt upp í Premier League.

Í dag var seinasta umfar í næstbestu ensku deildini spælt. Mest spennandi dysturin var millum Middlsbrough og Brighton, har vinnarin flutti upp. Dysturin endaði við javnleiki og tað var nokk hjá Middlesbrough, sum hevði ein betri málmun. Frammanundan er Burnley flutt upp. Komandi vikurnar verður spælt um, hvat lið skal vinna seinasta plássið. Tey fýra liðini, ið fara at spæla um tað eru Brighton, Hull, Derby og Sheffield Wednesday.