Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Miðflokka- og Tjóðveldisfólk búgva í Havn

John William Joensen

Heili 44 % av atkvøðunum hjá Miðflokkinum á seinasta løgtingsvalinum búgva í suðurstreymoy

Fyrrverandi løgtingsformaðurin, Jógvan Ingvard Olsen, segði í sjónvarpinum, at í framtíðini fara politikarar fyrst og fremst at føra seg fram í miðøkinum:
– Skalt tú fáa fisk, so mást tú royna har hann stendur tættastur, segði hann sera beinrakið.

Hyggja vit eftir tølunum fyri seinasta val so er tað púra greitt hvar politisku flokkarnir skullu heinta atkvøðurnar:

Fólkaflokkurin er tann flokkurin, sum er mest umboðaður kring um í landinum meðan veljararnir hjá Miðflokkinum og Tjóðveldisflokkinum fyrst og fremst búgva í Havn.

Fólkaflokkurin
Atkvøður til samans 6530
Atkvøður í suðurstreymoy  2041    31,2 %

Sambandsflokkurin
Atkvøður til samans  7501
Atkvøður í suðurstreymoy  2638   35,1 %

Javnaðarflokkurin
Atkvøður tilsamans  6921
Atkvøður í suðurstreymoy   2267   32,7 %

Sjálvstýrisflokkurin
Atkvøður tilsamans   1461
Atkvøður í suðurstreymoy   527    36,0 %

Tjóðveldi
Atkvøður tilsamans  6890
Atkvøður í suðurstreymoy  3076     44,6 %

Miðflokkurin
Atkvøður tilsamans 1661
Atkvøður í suðurstreymoy  790     47,5 %

Samlaða atkvøðutalið
Atkvøður tilsamans 31711
Atkvøðru í suðurstreymoy  11771    37,1 %

Valrætt – valluttøka
tilsamans í øllum landinum   34426
suðurstreymoy  12884        37,4 %

Harleyfacadeacryl