Tá Karsten Hansen fór út í Landstýrið eftir at verandi samgonga varð skipað, var ein avtala gjørd í Miðflokkinum um at hann einans skuldi vera í landsstýrinum í tvey ár til flokkurin hevði funnið ein avloysara. Og formaðurin, Jenis av Rana, váttar at tey hava umrøtt spurningin í flokksleiðsluni, men enn hava tey ikki funnið rætta persónin. Tí verður Karsten Hansen sitandi nakað enn.

– Men eg vanti at vit verða klár at gera skifti einaferð í summar ella í heyst, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
Karsten Hansen bleiv nummar trý á listanum hjá Miðflokkinum á seinasta løgtingsvalinum, so um ikki Bill ella Jenis fara út í Heilsumálaráðið verður Karsten Hansen varamaður hjá Miðflokkinum.
Jenis helt annars at Karsten hevði gjørt eitt gott arbeiði, men sum skilst var upprunaliga ætlanin at finna eitt nýtt og yngri Miðflokkafólk at røkja landstýrissessin.