Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Miðflokkurin ikki latið roknskap inn til lógar ásettu tíð

John William Joensen

Valið í 2011 kostaði Miðflokkinum eina hálva millión krónur. Tá valið var av, mátti Miðflokkurin í bankan at læna sær 100.000 krónur so flokkurin kundi gjalda hvørjum sítt eftir valið.

Valið í 2011 kostaði Miðflokkinum eina hálva millión krónur. Tá valið var av, mátti Miðflokkurin í bankan at læna sær 100.000 krónur so flokkurin kundi gjalda hvørjum sítt eftir valið.

Roknskapurin hjá Miðflokkinum er ikki latin inn til Løgtingsumsitingina enn, hóast freistin var 1. apríl, men hyggja vit eftir roknskapinum frá 2012, so gav hann eitt lítið hall uppá 12.000 krónur, og lánið í bankanum var hækkað við rentuni, og komið uppá 110.000 krónur.

Onki val hevur verið í 2013, og tí kann væntast, at Miðflokkurin hevur útgoldið bankalánið. Hinvegin er bert eitt ár til næsta val, og Miðflokkurin fer tí ikki at kunna arbeiða sær gjaldføri upp til ein komandi valdyst.

Undan valinum í 2011 átti Miðflokkurin 300.000 krónur á konto. Tað má tí væntast, at Miðflokkurin til komandi val fer at brúka minni pening enn tær 500.000 krónurnar, sum seinasta løgtingsval kostaði flokkinum.