Miðflokkurin tók undir við at gera royndirnar við uppboðssøluni, men tað var fyrstu og síðstu ferð, at Miðflokkurin ger tað, tí royndirnar vóru so vánaligar, segði Bill Justinussen í løgtinginum fyri løtu síðani.

Bill segði, at tað nú ikki longur er aktuelt hjá Miðflokkinum at tosa um uppboðssølu. Teir vildu geva henni ein møguleika fyri at síggja, hvussu hetta virkaði. Og eftir hansara tykki vístu royndirnar, at hetta ikki er ein gongd leið. Hann vísti eisini á, at serfrøðin í nýskipanarbólkinum er ósamd og gongur í fleiri bólkum og tískil hómast eingin semja.