3 árgangur á búskaparbreytini á Kambsdali eru farin á virkisvitjan í Suðuroynni
Á miðnámsskúlanum á Kambsdali ger tey nógv burturúr at fáa næmingarnar út úr húsinum eisini. Tað skal ikki einans verða floksundirvísing í skúlastovum. Týðandi er at fáa næmingar út í samfelagið, at uppliva hvussu Føroyar eru skrúvaðar saman.
Teir elstu næmingarnir á Búskaparbreytini eru farin til Suðuroynna. Tey skulu vitjað Varðan Pelagic, Suðuroyar Sjúkrahús, Ítróttarháskúlan og einahandilin hjá Annu Kirstin.
Vit fangaðu tey, tá tey júst vórðu liðug við at fáa eina framløgu um Varðan Pelagic. Tey fingu at vita um nýggja virkið í mun til tað gamla, um hvussu nógv størri kapasitet nýggja virkið hevur. Tey hoyrdu um hvørjar marknaðir Varðin Pelagic selir til.
Tey búgva í skótahúsinum í Vági.



