Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Miðvingar landa menningarkvotu til virki hjá Bakkafrost

John William Joensen

Katrin Jóhanna úr Miðvági, sum hevur loyvi at fiska 2.500 tons av svartkjafti av menningarkvotu, sum skuldi mennast á Snarfrost í Miðvági, landar í morgun alla lastina, góð 1.700 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði.

Tað ljóðaði annars í miðlunum fyri kortum, at um ikki var gjørligt at fáa menningarkvotuna virkaða á virkinum í Miðvági var ætlanin í fyrstu atløgu at landa til virkini í Hvalba og Vestmanna.
 
Katrin Jóhanna og Snarfrost hava fingið tillutað menningarkvotu í fýra ár: 10.400 tons av svartkjafti, 2.002 tons av makreli og 1.593 tons av sild.
Tað er stóri alirisin Bakkafrost, sum eigur Havsbrún og sum framleiður mjøl og lýsi.

Tað eru útlendingar sum eiga meirilutan í Bakkafrost.