Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Miðvøllurin verður avgerandi

Jákup Ósá

KÍ og HB viðhaldsfólk meta um klassikaran: Fróði J. Mørkøre er ein av yngru KÍ viðhaldsmonnunum. Hann væntar ein javnan dyst, har ein sigur til KÍ kann fáa stóra ávirkan á hópin framyvir.

16 ára gamli Fróði J. Mørkøre peikar niðanfyri m.a. á, hvørjir lykla leikararnir eru á KÍ og HB liðnum sunnudagin.

1. Hvussu ert tú nøgdur við byrjanina hjá KÍ?

Eg hevði vónað at fingið seks stig hesar báðar fyrstu dystirnir, tá báðir dystirnir vóru ímóti uppflytarum, men nú dystirnir eru leiktir, so eri eg sum heild væl nøgdur við at hava fingið fýra stig.

2. Hevur HB dysturin eyka stóran týdning fyri teg enn ein vanligur dystur?
KÍ ímóti HB er altíð ein stórur dystur fyri okkum klaksvíkingar, og tað hevði verið ótrúliga stuttligt at vunnið á HB her á Djúpumýru í Klaksvík og so fingið ein veruligan sigursanda í hópin so tíðliga í kappingini.

3. Hvat fyri dyst væntar tú sunnudagin?
Eg vænti mær ein góðan og javnan dyst, sum fer at vera spennandi allar 90 minuttirnar.

4. Hvørjir eru lykla leikararnir hjá báðum liðunum?
Hjá KÍ eru leikarar sum Jonas Flindt Rasmussen og Páll A. Klettskarð altíð týdningarmiklir leikarar. Men hendan dystin vænti eg, at tað verður miðjan sum skal spæla serliga væl, og verður tað har, at KÍ skal vinna dystin.
Hjá HB eru Fróði Benjaminsen og Andrew av Fløtum altíð tveir týdningarmiklir leikarar, sum báðir hava bæði rutinina og klassan at avgera dystir.

5. Hvat verður úrslitið?
Sum sagt, so vænti eg mær ein góðan og javnan dyst. Dysturin kann detta báðar vegir, men um eg skal koma við einum skoti, so verður tað 2-1 til KÍ.


Harleyfacadeacryl