Leygardagin 17. oktober eru liðin 130 ár, síðan skaldið Mikkjal Dánjalsson á Ryggi varð borin í heim í Beitinum í Miðvági
Vága Dansifelag skipar fyri hugnaløtu í føði- og barnaheimi Mikkjals í Beitinum á Ryggi í Miðvági. Hugnaløtan verður hildin sunnudagin 18. oktober. Byrjað verður klokkan 16.00.
Á skránni verða umframt sangir og onkur sálmur hjá Mikkjali, eisini frásagnir um mannin sum lærara og sum listamann, eins og lisið verður úr ymiskum, sum Mikkjal á Ryggi legði eftir seg á óbundnum máli.
Tvær frásagnir um læraran, og listamannin Mikkjal á Ryggi verða at hoyra. Gullberg Gullfoss, sum er uppvaksin í Bø, fer at siga frá síni tí við Mikkjali á Ryggi sum lærara, og Hildur Joensen úr Miðvági fer at hugleiða um listamannin og fotografin Mikkjal á Ryggi.
Mikkjal á Ryggi var lærari í Gásadali og Bø, og í dag munnu tey vera farin at fækka í tali, sum hava verið næmingar hjá honum. Tí kann tað gerast rættiliga áhugavert at hoyra frásøgn frá næmingi, sum hevur upplivað hann sum lærara.
Umframt at vera lærari var Mikkjal vísindamaður. Soleiðis “selfmade”, sum tað eitur á fínum máli. Hann granskaði náttúruna, og stóri alskur hansara mundi standa til fugl. Umframt at tekna og mála, tók hann eisini fitt av fotomyndum, sum Hildur Joensen fer at greiða frá.
Skaldskapur Mikkjals var serliga merktur av lívinum á sjógvi og landi, tá sæð verður burtur frá sálmaskaldskapinum, sum tó eisini í ávísan mun varð flættaður inn í føroyska gerandisdagin.
Hóast heystardagur er, verður tó ikki sungið um fjallgongu og fletting á hesum sinni, uttan at valdir eru sangir, og ein einstakur sálmur, sum hava við sjógv og sjóferðir at gera.
Og tó. Heilt undan fjallgongu sleppa vit tó ikki, tí tiltakið endar við, at farið verður upp á gólv, har vit fara at kvøða helst kendasta kvæði Mikkjals, Brestis Kvæði, sum júst er um ferðina, teir báðir skúvoyarbrøðurnir, Brestir og Beinir, vóru á fjalli í Lítlu Dímun.
Tiltakið í Beitinum sunnudagin18. oktober 2009 klokkan 16.00 er alment.




