Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mikkjal fer undir hægstu UEFA venjaraútbúgvingina

Jákup Ósá

KÍ venjarin er millum 18 venjarar, sum í næstum byrja at taka UEFA PRO-lisens.

Hetta er hægsta útbúgvingin hjá UEFA og í Føroyum hava tveir venjarar hesa útbúgving. Teir eru Jógvan Martin Olsen og Bill M. Jacobsen. Mikkjal skal taka sína útbúgving í Noreg, skrivar heimasíðan fotball.no

18 venjarar fara undir útbúgvingina, harav tríggir uttanfyri Noreg – tveir frá Íslandi og ein frá Føroyum – og er hetta eitt samstarv við Føroyar og Ísland, skrivar heimasíðan. Millum teir 18 eru Kristjan Gudmundsen frá IBV, sum í 2010 var venjari hjá HB og Øyvind Leonhardsen, sum í síni tíð spældi m.a. við Liverpool, Tottenham, Aston Villa og Wimbledon. Hann er nú hjálparvenjari hjá Mjøndalen í næstbestu norsku deildini.

Venjararnir samlast á fyrsta sinni dagarnar 11.-14. oktober.