Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mikkjal gjørdi aftur sítt heimaarbeiði

Jákup Ósá

Við taktiskum snildum frá venjaranum vóru tað B36, ið vundu burturúr Víkingi í dystinum í Gundadali fríggjakvøldið.

Við taktiskum snildum frá venjaranum vóru tað B36, ið vunduburturúr Víkingi í dystinum í Gundadali fríggjakvøldið.

 

Veikleikar hjá Víkingi

At ivamál kann setast við Víking, sum Norðlýsið eisini vístiá undan kappingini, fingu vit staðfest fríggjakvøldið. Grundarlagið fyri at setateir sum besta FM boðið tykist tunt, tí har manglar ov nógvur kvalitetur áliðinum. Verjuparturin, ið skuldi verið sterkur við mest sum somu leikarumseinastu 3-4 árini gongur ikki á odda og miðvøllurin hevur sum væntað stórartrupulleikar. Spæli konseptið við nógvum longum bóltum, har miðvøllurin manganverður lopin um, tykist lætt at vera upp fyri og so tykist ein leikari sum Kaj Leoí Bartalsstovu ikki at vera eins væl fyri sum í fjør, tá hann kundi avger nógveinsamallur. Nú eru bara tvey umfør leikt, men tað skal nógv broytast, umVíkingur skal berjast um FM fram til 27.umfar.   

 

B36 sær sterkt út

Hjá B36 hinvegin sær gott út. Nýggju leikararnir Martin Pedersenog Adeshina Lawal tykjast vera góðir og geva liðinum nógv, meðan LukaszCieslewicz og Súni Olsen tykjast ógvuliga væl fyri, har Lukasz skapar nógv,meðan Súni longu hevur skorað tvey fríspørk, ið fara at teljast millum teyvakrastu málini, tá hesi skulu veljast í oktober. Liðið spælir 4-4-2 og burditað givið nógv pláss á miðvøllinum, har Róaldur Jacobsen og Súni Olsen, sumikki eru verjukendir miðvallaleikarar, spæla. Men hetta hava vit ikki sæð ennog eisini Hørður Asham er komin væl frá uppgávuni í miðverjuni.

 

Væl fyri taktiskt

Reint taktiskt tykist B36 eisini væl fyri. Í báðum dystunumhigartil hevur Mikkjal Thomassen gjørt sítt heimaarbeiðið til lítar og spæltuppá veiku síðurnar hjá mótstøðuliðinum. Tað hevur viðført, at B36 hevur verið betri enn bæði HBog Víkingur, ið tey flestu hava peikað á sum FM favoritt. Hendan dystin var liðið væl fyrireikað uppá longu bóltarnar og einstaklingar sum Kaj Leo í Bartalsstovu og Finnur Justinussen blivu væl pakkaðir inn. Liðið er væl skipað,tá presspælið verður lagt og frameftir verður nógv lagt fyri. Trupulleikinseinni kann blíva, at hópurin er smalur og sera nógv hongur í einstøkumleikarum.