Hví stóð Fríði Sigurðsson í mál, og hví tók Páll A. Klettskarð brotssparkið í seinna hálvleiki? Tað hava vit spurt høvuðsvenjaran Mikkjal K. Thomassen.
Hví stóð Fríði Sigurðsson í mál, og hví tók Páll A. Klettskarð brotssparkið í seinna hálvleiki? Tað hava vit spurt høvuðsvenjaran Mikkjal K. Thomassen.
Tá KÍ spældi móti TB í dag vóru serliga tvær avgerðir frá venjaranum, sum høvdu serligan áhuga millum KÍ viðhaldsfólk. Tá liðini komu á vøllin var greitt, at 19 ára gamli Fríði Sigurðsson byrjaði í málinum. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at hann spælir frá byrjan í Effodeildini, meðan Meinhardt Joensen bleiv settur á bonkin fyri fyrstu ferð síðani hann í 2013 kom aftur til KÍ. Høvuðsvenjarin, Mikkjal K. Thomassen, greiðir soleiðis frá avgerðini.
– Meinhardt hevur eitt sera høgt toppstøðið. Tað vísti hann í KÍ í fjør og í 2011, tá hann spældi framúr í B36. Men ein Meinhardt í toppform tekur bæði 1-0 málið hjá NSÍ og 1-0 málið hjá HB og tað veit hann av sjálvur. Tey síðstu prosentini hava manglað og tað er hetta, sum hann arbeiðir sera hart við í løtuni. Vit hava stríðst við at fingið ró frá bakk ketuni. Tað hevur allatíðina verið ætlanin at givið Fríða møguleikan. Spurningurin er meira, nær tað er rætta tíðin. Møguleikin var umhugsaður fyrr í ár, men eg helt, at hetta var ein góður dystur at geva honum sum tann fyrsta. Vit hava eftirmett og reflekterað yvir dystin og alt er gjørt í samráð við bæði Meinhardt og Fríða. Vit hava allir sama endamál og tað er at fáa tað besta burturúr hvørjum einstøkum, og tí er einki dramatiskt í hesum. Fríði var bæði spentur og nervøsur fyrstu løtuna av dystinum og tað er púra natúrligt. Men hann setur okkum ikki undir trýst í útspælinum. Tað eru nakrar justeringar, sum vit skulu fáa uppá pláss. Men sum heild spældi hann ein góðan dyst, sigur Mikkjal K. Thomassen.
Spurningurin er so, um Fríði nú verður 1. málverji framyvir.
– Tað er eingin støða tikin enn til, um Fríði spælir næstu ferð ella um Meinhardt stendur tá. Hetta fara og og Símun og tosa um. Men hetta var neyvan seinasti dystur hjá Fríða í ár, sigur Mikkjal við Norðlýsið.
Tí tók Páll A. Klettskarð brotssparkið
Tá 82 minuttir vóru farnir av dagsins dysti fekk KÍ brotsspark, tá støðan var 1-0. KÍ hevur ein higartil tryggan brotssparksskjútta í Henry Heinesen og heimaáskoðararnir høvdu helst góðar vónir um, at Henry skuldi fara at tryggja KÍ sigurin. Men ístaðin bleiv Páll A. Klettskarð settur at skjóta. Vit spyrja Mikkjal um orsøkina og um tað spældi inn, at Páll A. Klettskarð fylti 25 ár í dag.
– Nei tað hevur einki við føðingardagin at gera, tí tað skuldi eg gleðiliga sagt, um so var. Eg havi ikki so frætt sum ynskt Páll til lukku við degnum, so tað má eg gera til venjingina í morgin, sigur Mikkjal við einum smíli. – Orsøkin fyri hasum valinum var, at mær dámar væl at halda álopsleikarunum ”heitar”. M.a. við at teir til tíðir skjóta brotsspørk. Tað var tað sama sum eg gjørdi móti EB/Streymi, tá Kenan skeyt. Páll, sum eg eri sera imponeraður av á nógvum økjum í ár, skeyt eisini væl, men Ivan bjargaði væl. Hatta er tað, sum kann henda. Eg má tó staðfesta, at hetta hevur ikki hepnast væl í ár við brotssparkskjúttunum og eg skilji, at fólk seta spurnartekin við mína avgerð. Eg eftirmeti tað, men tað er ikki soleiðis, at ein skjútti skjýtur øll brotsspørkini framyvir, og tí er hetta ikki seinastu ferð, at vit síggja ymiskar leikarar taka brotsspørk. Vit hava tó altíð Henry og Jóannes at velja í og teir eru sera tryggir, sigur Mikkjal um valið av brotssparkskjútta.




