Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mikkjal hevur hevur sera gott tak á KÍ

Norðlýsið

Mikkjal Thomassen hevur sum venjari havt sera gott tak á KÍ. Vit hava hugt, hvussu tað søguliga gongur í dystum hjá honum móti KÍ.

Vit hava her tikið dystirnar síðani KÍ flutti upp, ið eru seks í tali. Vit kundu eisini tikið 2009 uppí, men manningarnar eru nógv broyttar síðani tá og samstundis fortreytirnar.

Sum vit síggja á talvuni niðanfyri her, so koma flestu B36 málini – heili 7 mál – beint eftir hálvleik, meðan KÍ í 6 dystum einans hevur skorað tvær ferðir í seinna hálvleiki.

 

Niðanfyri sást greiða yvirtakið, sum B36 – undir leiðslu av Mikkjal Thomassen – hevur havt á KÍ.

Koma vit til leikarar, ið gera um seg, tá hesi liðini spæla, so skarar lukasz Cieslewicz burturúr, men eisini Jákup á Borg og Súni Olsen skora javnan móti KÍ.