Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mikkjal K. Thomassen hevur fullført UEFA PRO-lisens útbúgvingina

Jákup Ósá

Í dag endaði UEFA PRO-lisens útbúgvingin, ið er tann hægsta venjaraútbúgvingin í fótbólti, hjá norska fótbóltssambandinum, har KÍ-venjarin var ein av luttakarunum.

Norska fótbóltssambandið skrivar, at hetta vikuskiftið vóru venjararnir samlaðir fyri seinastu ferð á UEFA PRO-lisens útbúgvingini. Hendan útbúgving hevur vart í hálvannað ár. Ein av teimum 18 venjarunum, sum fullførdu útbúgvingina, var KÍ-venjarin Mikkjal K. Thomassen. Eisini vóru tveir venjarar frá Íslandi, Kristján Guðmundsson og Óli Stefán Flóventsson. Leiðarin fyri útbúgvingina, Dan Eggen, letur væl at.

– Tá tað ikki er møguligt at taka útbúgvingina í Føroyum og Íslandi, so eru vit blivnir eggjaðir av UEFA til at taka umboð frá hesum londum. Venjararnir sum taka UEFA PRO-lisens í Noreg mugu vera norskir ella skula arbeiða í Noreg.Tað var eisini ein treyt, at málið má ganga væl, so at einki verður mist í umseting. Tað hevur verið eitt pluss fyri bólkin at havt hesar luttakararnar úr Íslandi og Føroyum við, sigur Dan Eggen við heimasíðuna hjá norska fótbóltssambandinum.

 

Teir 18 venjararnir, sum hava fingið UEFA PRO-lisens í Noreg eru hesir:

Børje Sørensen

Håkon Grøttland

Kenneth Dokken

Kjetil Knutsen

Kristjan Gudmundsen

Mikkjal Thomassen

Oli Stefan Floventsson

Alexander Straus

Thomas Dahle

Vanja Stefanovic

Jørgen Isnes

Tarjei Smågesjø

Haakon Lunov

Amund Skiri

Bjarte Lunde Aarsheim

Arild Sundgot

Lars Petter Andressen

Øyvind Leonhardsen

 

Mikkjal er triði føroyingurin, sum fær hesa útbúgvingina, sum er tann hægsta í fótbólti. Hinir báðir eru Jógvan Martin Olsen og Bill M. Jacobsen.