Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mikkjal K. Thomassen: Tvey jøvn lið

Jákup Ósá

(Finalan um Løgmanssteypið) KÍ venjarin um steypafinaluna.

(Finalan um Løgmanssteypið) KÍ venjarin heldur, at hóast KÍ hevur vunnið báðar dystirnar móti Víkingi fyrr í ár og at KÍ er 4 stig frammanfyri í landskappingini, so gera mongu steypasigrarnir hjá Víkingi kanska teir til lítlar favorittar. Men favoritt leikluturin er ikki so áhugaverdur at tosa um, heldur hann.

– Eingin ivi er um, at tað verður ein javnur dystur. Tað eru tvey jøvn lið. Eg trúgvi tey flestu kanska hava Víking at hava munin við fýra steypasigrum á rað, men eg trúgvi ikki, at tað kemur at gera tann heilt stóra munin. Tað kann vera, at teir eru ein lítil favorittur, men á einum finaludegi trúgvi eg ikki, at tað hevur nakran týdning. Tað er verður ein tættur dystur, sum neyvan verður avgjørdur so tíðliga sum í fjør. Vit liggja stavn um stavn í landskappingini. So eg haldi slettis ikki, at tað er so spennandi at tosa um, um nakar er favorittur, sigur KÍ venjarin.

Í Norðlýsinum í morgin er longri samrøða við KÍ venjaran.