KÍ-venjarin heldur, at tað eru bara fyrimunir við Europa League hjá KÍ í mun til hørðu kappingina í toppstríðnum í Betri Deildini.
At KÍ hevur spælt Europa League í alt summar verður eingin vansi fyri landskappingina, segði venjarin Mikkjal K. Thomassen við portal.fo eftir dystin.
– Fyri meg er tað ein fyrimunur uppá allar mátar. Eg síggi, at nógvir spælarar eru vaksnir við mílafetum, og vit síggja stóra menning við liðnum sum heild. So ótrúliga nógv positiv ting og eg síggi onga baksíðu yvirhøvur. Vit eru í toppform, svangir og klárir at spæla, segði KÍ-venjarin við portal.fo.
Og við FM1 segði KÍ-venjarin, at KÍ-leikararnir eru ‘’vaksnir’’ nógv í summar.
– Vit kunnu vera ómetaliga stoltir av hesum summarinum í Europa League. Vit síggja, at nógvir leikarar eru vaksnir ómetaliga nógv. Eg vænti, at vit fara at prøva at umseta tað til eina øgiliga góða seinnu hálvu, segði Mikkjal K. Thomassen við FM1 eftir dystin í gjárkvøldið.



