Hóast flokksleiðslan í Javnaðarflokkinum skal møtast nú klokkan hálvgunn trí er framvegis eingin semja um landsstýrissessirnar
Kl. 16 verður móttøka í tinganesi har landsstýrisfólkini verður útnevnd av løgmanni, men enn er eingin avgerð tikin um hvør skal umboða Javnaðarflokkin í tinganesi.
Tað gongur strilti at finna semju í Javnaðarflokkinum og í løtuni er púra óvist um Jóannes Eidesgaard verður fíggjarmálaráðharri.
Flokksleiðslan er kallað saman at staðfesta innstillingina frá tingbólkinum – men í løtuni er eingin semja í tingbólkinum.
Tað er framvegis sannlíkt at Eyðgunn Samuelsen endar í fíggjarmálaráðnum, men keldur siga eisini at Mikkjal Sørensen, sum er fyrrverndi stjóri í Suðuroyar Sparikassa er eitt heitt evni.
Í løtuni er Javnaðarflokkurin eitt sindur ill fyri við kandidatum í Suðuroynni og tí er trúligt at valið fellur á suðuroyartingmannin.




