Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mikkjal trívist sera væl í KÍ

Jákup Ósá

– Hetta er eitt langtíðararbeiði ogenn er langt eftir á mál, áðrenn vit hava fingið KÍ á ovastuhill sum felag í føroyskum fótbólti, men vit eru væl á veg,sigur Mikkjal K. Thomassen, ið ikki dylur fyri, at uppgávan í KÍer sera spennandi, tá hann eisini følir, at øll kring felagiðarbeiða fram ímóti sama máli.

Í gjár gjørdi KÍ høvuðsvenjarinMikkjal K. Thomassen ein nýggjan langtíðarsáttmála við KÍ. Taðinniber, at hann hevur sáttmála við KÍ fyri komandi trý árini.Og tað hevur ligið í kortunum í eina tíð, at nýggjur sáttmálifór at blíva undirskrivaður.

– Felagið hevur frá í summar spurt,um tað var áhugi hjá mær at leingja samstarvið, og tað havi egsagt, at tað var tað. Síðani hevur tað tikið eitt sindur avtíð, tí vit hava havt so nógv annað at gjørt kring hópin viðeitt nú sáttmálum til næsta ár. So ein kann siga, at tað hevurverið eitt ynski frá báðum pørtum at hildið fram viðsamstarvinum, sigur Mikkjal við Norðlýsið.

Arbeiða fram móti sama máli

– At eg geri ein langtíðarsáttmálaer tí, at eg meti og havi mett allatíð, at hetta arbeiðið í KÍer eitt langtíðararbeiði. Tí tað tekur langa tíð at leggja KÍuppá ovastu hill, um man kann kalla tað so. Bæði tá vit tosa umí breiðastu merking við ungdómsarbeiði og alt sum skal verarundan um, og tá vit tosa um elitu projektið, sum er Effoliðið.Tí haldi eg, at starvið er øgiliga meiningsfult. Skal eg nevna einfaktor afturat, so er tað, at øll kring felagið hava víst slíktsamsinnið heilt frá sponsorum til kaffitoymið, til nevnd, tilungdómsvenjarar og annars bæði høg og lág í felagsskapinum. Harhevur man merkt allastaðni frá, at tað er eitt stórt ynski atvera við til at fáa KÍ upp á ovastu hill. Tí hevur tað veriðlætt hjá mær at sagt ja til ein langtíðarsáttmála. Táleiðslan hevur spurt meg um at leingja samstarvið, so gangi egútfrá, at teir hava verið nøgdir. Men persónliga havi eg veriðøgiliga glaður og stoltir av at sloppið at arbeitt í KÍ áhendan mátan, sum er ein álitisváttan frá felagnum. So eg havinotið hvørt sekund, hóast tað hevur verið ómetaliga hart einsog hjá øllum øðrum í felagnum at flutt felagið so langt uppáso stutta tíð. Tí tað hevur verið stuttligt og spennandi og egeri glaður av at hava verið partur av tí, sigur Mikkjal.

Nógvar avbjóðingar fyri framman

Hóast KÍ í ár hevur vunniðsteypakappingina og mest sannlíkt verður við í kappingini umføroyameistaraheitið fram til seinasta umfar ger ikki, at KÍ sumfelag hevur rokkið tindinum ella nær við tað, metirhøvuðsvenjarin.

– Tað at koma í topp 4 ímillum hiniliðini, sum eru so ómetaliga sterk var eitt stórt tak. Eg erifegin vegna KÍ og leikararnar, at vit hava megnað tað so skjótt.Men tað er trupult at halda seg har, tí eg trúgvi at ár tveyeftir, at man er komin í topp 4, sum verður í 2017 hjá okkum,kann gott blíva truplari. Tá skulu vit uppfinna nøkur ting afturav nýggjum og leikararnir skulu ‘redefinera’ seg sjálvar einaferðafturat. Tí veruleikin broytist og hini feløgini hava sæð, at vitfaktisk kunnu vera við. Og tað broytir bara fortreytirnar hjáokkum. Eg haldi, at vit hava rokkið so nógv sum vit kundu inn tilvíðari, og tað eri eg glaður fyri. Men fyri at tosa um KÍ sumeitt etablerað toppfelag, so skal nógv til afturat. So í tísamanhanginum eru vit ikki komnir á mál. Vit eru væl á veg, mentað er langt eftir, tí hetta er eitt langtíðarmál. Eitt nú havavit ikki verið og spælt úti í Europa enn. Málið við at veraeitt toppfelag er onkursvegna at man javnan vinnur okkurt og at manstøðugt er uppií hasum topp 4 bólkinum. Tað kann sjálvandi veraokkurt undantak og tað vísir seg eisini hjá t.d. HB og B36, men táer tað meir undantakið, at ein dettur útum topp 4, sigur hann.

Fyrireikingarnar til 2017 ganga væl

Kappingarárið 2016 er skjótt av ogsamstundis sum feløgini spæla sínar seinastu dystir hettakappingarárið, so skal hópurin til næsta kappingarárfyrireikast.

– Fyrireikingarnar hava gingið væl.Samráðingarnar við leikarar hava gingið væl, og tað hevur veriðein stórur áhugi fyri at koma til felagið. Tað hevur verið einstórur áhugi hjá teimum, ið eru her, at halda fram. Harafturathava sponsorarnir víst stóran áhuga fyri at halda fram viðsamstarvinum, so alt í alt hava fyrireikingarnar til næsta árgingið ómetaliga væl. Tað er ov tíðliga at vera konkretur uppá,hvussu nógvar broytingar vera í hópinum til komandi kappingarár.Men man skal altíð vænta, at tað vera onkrar broytingar bæðihvat viðvíkur frágongd og tilgongd. Og tað er natúrligt at vittosa um meir enn ein leikara til og frá, sigur Mikkjal K. Thomassenat enda við Norðlýsið.