– Eftir seinastu venjingardystirnar vita vit, at á nøkrum økjum eru vit rættuliga sterkir, sigur Mikkjal K. Thomassen, sum tó ásannar, at tað verður ein stór uppgáva at vera millum tey fýra bestu liðini í ár.
Í oktober í fjør boðaði KÍ frá, at felagið hevði sett nýggjan venjara. Mikkjal K. Thomassen bleiv settur í heita sessin hjá KÍ, sum ikki hevur myndað topp trý í landskappingini í 12 ár, men sum søguliga sæð er næst mest vinnandi felagið í Føroyum. 39 ára gamli venjarin hevur nú havt KÍ hópin undir hond í knappar tveir mánaðir…
LES MEIRA Í BLAÐNUM FRÍGGJADAGIN




