Video samrøða: KÍ venjarin letur væl at fyrireikingunum í KÍ hópinum nú summarsteðgurin er av í Effodeildini.
Video samrøða: KÍ venjarin letur væl at fyrireikingunum í KÍ hópinum nú summarsteðgurin er av í Effodeildini.
Sunnudagin fer landskappingin í gongd aftur. KÍ liggur á odda í kappingini og tað er ikki nakað, sum felagið hevur verið vant við seinnu árini burtursæð frá í 2012, tá liðið lá á odda eftir 17 umførum. 7 stig eru niður til næsta liðið og undan summarsteðginum var KÍ liðið ikki til at steðga. Spurningurin er nú, um summarsteðgurin fer at ávirka KÍ liðið ella um liðið fer at koyra við sama stíli.
Norðlýsið var á vøllinum við Djúpumýru fyri nøkrum døgum síðani og gjørdi eitt prát við KÍ venjaran Mikkjal K. Thomassen um fortíð, nútíð og framtíð, har nakrir av aktuellu spurningunum blivu settir. Sí niðanfyri.




