Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mikudagur 20. Oktobur 2004

John William Joensen

Ráðgevari Mín: "Vit eru samverkamenn Guds." 1.kor. 3,9


1. kor. – 3. KAPITUL

Tað, sum kristin samkoma eigur at síggja í lærarum sínum, 1–17. Ávaring móti at seta menniskjavísdóm ov høgt og móti at rósa sær av menniskjum, 18–23.

1 Og eg, brøður, fekk ikki talað við tykkum sum, við andalig, men bert sum við holdlig, sum við nýføðingar í Kristusi.
2 Mjólk gav eg tykkum at drekka; mat gav eg tykkum ikki, tí tað toldu tit ikki enn. Ja, tit tola tað ikki nú heldur,
3 tí tit eru holdlig enn. Tí táið øvund og træta er tykkara millum, eru tit tá ikki holdlig og bera tykkum at, sum menniskju eru von!
4 Táið ein sigur: „Eg eri Paulusarmaður!" ein annar: „Eg eri Apollosarmaður!" – eru tit tá ikki „menniskju"!
5 Hvat er tá Apollos? Og hvat er Paulus? Tænarar, sum tit komu til trúgv við – og tað, eftir sum Harrin gav einum og hvørjum.
6 Eg plantaði, Apollos vatnaði, men Gud gav vøkst.
7 Hvørki tann, ið plantar, ella tann, ið vatnar, er tí nakað, men Gud, sum gevur vøkst.
8 Tann, ið plantar, og tann, ið vatnar, eru eitt; tó skal hvør fáa sína egnu løn, eftir sínum egna arbeiði.
9 Tí vit eru samverkamenn Guds; tit eru akurlendi Guds, bygningur Guds.
10 Eftir tí náði Guds, ið mær er givin, havi eg sum vísur byggimeistari lagt grundina, og annar byggir á hana. Men ein og hvør síggi til, hvussu hann byggir á hana!
11 Aðra grund kann nú eingin leggja enn hana, ið løgd er, tað er Jesus Kristus.
12 Men um nakar á hesa grund byggir við gulli, silvuri, dýrum steinum, træi, hoyggi, hálmi,
13 so skal koma at síggjast, hvussu verk eins og hvørs er; dagurin skal vísa tað. Tí hann verður opinberaður í eldi, og hvussu verk eins og hvørs er, skal eldurin royna.
14 Verður verkið, ið ein hevur bygt á grundina, standandi, skal hann fáa løn;
15 men verður verk einshvørs brent upp, skal hann missa hana; sjálvur skal hann tó verða frelstur, men sum gjøgnum eld.
16 Vita tit ikki, at tit eru tempul Guds, og at Andi Guds býr í tykkum?
17 Oyðir nú nakar tempul Guds, skal Gud oyða hann; tí tempul Guds er heilagt, og tað eru tit.
18 Eingin dári seg sjálvan! Tykist nakar millum tykkara at vera vísur í hesum heimi – hann verði dári, fyri at hann kann verða vísur!
19 Tí vísdómurin, ið hoyrir hesum heimi til, er Gudi dárskapur. Skrivað er jú: „Hann, sum fangar hinar vísu í sviki teirra",
20 og uppaftur: „Harrin kennir hugsanir hinna vísu, at tær eru fáfongdar."
21 Eingin rósi sær tí av menniskjum! Alt er jú tykkara –
22 tað veri Paulus, Apollos ella Kefas, tað veri heimurin, lív ella deyði, tað veri tað, ið nú er, ella tað, ið koma skal – alt hoyrir tykkum til.
23 Og tit hoyra Kristusi til, og Kristus hoyrir Gudi til.