Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mikudagur 26. januar 2005

John William Joensen

Ráðgevari Mín: "Til tín, HARRI, lyfti eg sál mína!" Sálm. 25,1

25. SÁLMUR

1 Eftir Dávid.  Til Tín, HARRI, lyfti eg sál mína!
2 Gud mín, á Teg líti eg; lat meg ikki verða til skammar, lat ikki fíggindar mínar gleðast yvir mær!
3 Nei, eingin verður til skammar, sum bíðar eftir Tær – tey verða til skammar, sum uttan grund eru trúleys.
4 Lat meg kenna vegir Tínar, HARRI, lær meg leiðir Tínar,
5 leið meg í sannleika Tínum og lær meg! Tí Tú ert Gud frelsu mínar; eftir Tær bíði eg allan dagin.
6 HARRI, minst miskunn og náði Tína, tí tær hava verið frá ævigum tíðum!
7 Minst ikki ungdómssyndir mínar og misbrot míni, men hugsa um meg eftir náði Tíni, og fyri tað at Tú ert so góður, HARRI!
8 Góður og sannhjartaður er HARRIN; tí lærir Hann syndarar vegin.
9 Hann leiðir hini eyðmjúku í tað, sum beint er, og lærir hini eyðmjúku veg Sín.
10 Allir vegir HARRANS eru teimum náði og trúfesti, sum halda sáttmála Hansara og vitnisburð Hansara.
11 Fyri navns Tíns skuld, HARRI, fyrigev mær misbrot mítt – tí tað er stórt!
12 Hvør er tann, ið óttast HARRAN? Honum vísir Hann vegin, ið hann skal velja.
13 Sál hansara skal altíð liva í lukku, og avkom hansara skal fáa landið í ogn.
14 Sum vinur við vin umgongst HARRIN tey, ið óttast Hann, og sáttmáli Hansara skal verða teimum kunngjørdur.
15 Eyga mítt er altíð vent til HARRAN; tí Hann loysir føtur mínar úr snerruni.
16 Vend Tær til mín og vís mær náði, tí eg eri einsligur og armur!
17 Angist hjarta míns hava teir gjørt stóra – leið meg út úr neyðini!
18 Vend eyganum á trongd og møði mína, og fyrigev mær allar syndir mínar!
19 Hygg fíggindar mínir, hvussu nógvir teir eru, og hvussu teir hata meg við ógrundaðum hatri!
20 Verj sál mína og bjarga mær, lat meg ikki verða til skammar – eg søki mær skjól hjá Tær!
21 Lat sakloysi og sannleika hjartans varða meg, tí eg bíði eftir Tær!
22 Gud, loys Ísrael úr allari neyðini!