Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Mimmy: Áheitan á øll vinnulívsvirkandi í Norðoyggjum

Jóhann Lützen

Visit Norðoy hevur aðalfund í annaðkvøld kl. 19.00 og Mimmy Vágsheyg, forkvinna sær stórar møguleikar hjá vinnurekandi í Norðoyggjum innan ferðavinnuna.

Mimmy Vágsheyg er forkvinna í Visit Norðoy.

Vóni at síggja tykkum øll til aðalfund hjá Visit Norðoy í morgin, mikudagin 6. juni kl. 19:00, sigur Mimmy

Hetta er ein spennandi tíð fyri ferðavinnuna, har stórar broytingar og avbjóðingar liggja fyri framman. Vit skulu skapa virðir og tryggja menning við einum burðardyggum hugburði, sigur Mimmy

Tað er týdningarmikið at vit raðfesta rætt. Tískil vil eg heita á øll vinnulívsvirkandi í Norðoya ferðavinnu um at møta til aðalfundin í morgin kl. 19:00, sigur Mimmy at enda

Fundurin verður á Norðoya Kunningarstovu.