Ja, eg bleiv eisini kedd av at hoyra tíðindini um at hetta søguliga týdningarmikla stað skal hava fingið eitt nýtt navn, ”Fagravík”, sigur Mimmy Vágsheyg leiðari í Café Fríðu í viðmerking til nýggja navnið Fagravík við Bakkahjallan hjá Nólsoyar Páll
Í 4 ár nú hava vit á Fríðu fortalt søgur fyri gestum – bæði føroyingum og útlendskum ferðafólki – um hetta plássið. Um Nólsoyar Páll og røsku konu hansara, Marina Malenu, sigur Mimmy.
Eg dugi ikki at síggja hvat navnið Fagravík hevur við hetta økið at gera. Heldur sá eg at vit Klaksvíkingar góvu kvinnuni, sum gav hesum staði lív og virðing henda heiður, sigur Mimmy.
Er tað ikki uppá tíðina at ein kvinna, ein graseinkja, fekk virðing í Klaksvík?, spyr Mimmy.


