Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mimmy Vágsheyg í uppskoti til Ársins ferðavinnufólk

Jóhann Lutzen

Á ferðavinnustevnuni í morgin verða heiðursbrøv handað og ímillum tey, sum eru í uppskoti til Ársins ferðavinnufólk, er Mimmy Vágsheyg frá Café Fríðu

Á ferðavinnustevnuni í morgin verða heiðursbrøv handað og ímillum tey, sum eru í uppskoti til Ársins ferðavinnufólk, er Mimmy Vágsheyg frá Café Fríðu

Ferðavinnufelagið skipar fyri Ferðavinnustevnu á Hotel Føroyum í morgin. Á skránni eru fyrilestrar við Steen Møller Christensen. Skipað verður fyri verksmiðjum og eisini verða stuttar framløgur um ferðavinnu. 

Ein táttur eru heiðursbrævahandanir, ið verða handaðar til Ársins ferðavinnufólk, Ársins nýbrot og Ársins eldsál. 

Mimmy Vágsheyg, sum rekur Café Fríðu er í uppskoti til Ársins ferðavinnufólk. Vit fáa at vita í morgin hvussu hevur gingist.