16 ára gamli Jákup Poulsen gleddi seg at sleppa avstað við Jákup B mánakvøldið.
16 ára gamli Jákup Poulsen fór mánakvøldið sín fyrsta túr við línu. Frammanundan hevði hann roynt sjólívið ein túr, tá hann var í starvsvenjing við Norðborg.
Tá Jákup B gjørdi klárt at fara avstað mánakvøldið vóru fleiri ungir dreingir, ið skuldu við. Fyri onkran vara tað fyrsti túrur og fyri onkrar aðrar var hetta næsti túrur. Á hesum ungu monnum sást, at teir vóru hugaligir og gleddu seg at sleppa avstað.
Skuldi vera Jákup B
16 ára gamli Jákup Poulsen, ið er klaksvíkingur, var ein teimum, ið skuldu við Jákup B hendan túrin. Hann var liðugur í skúlanum í summar og tað tók ikki langa tíð til hann visti, hvat hann skuldi gera.
– Eg bað um kjans við Jákup B í vikuni og slapp við beinanvegin. Eg havi trygdarskeið og bláu bók, so eg var klárur. Báðir mínir pápabeiggjar – Terji Poulsen og Kári Poulsen – hava verið við Jákup B fyrr, so hetta var kanska nokkso upplagt hjá mær. Ætlanin hjá mær er at arbeiða í eitt ár og síggja, hvussu sjólívið er og eisini tjena eitt sindur av pengum. Síðani fari eg kanska at læra til skipara, segði Jákup Poulsen beint áðrenn, at Jákup B loysti.
Hetta verður annarleiðis
Jákup dylur ikki fyri, at hetta verður annarleiðis enn tað sjólívið, ið hann kennir frammanundan.
– Eg havi verið ein túr til skips fyrr. Tað var í januar, tá eg var í starvsvenjing umborð á Norðborg. Hetta verður heilt vist nógv øðrvísi. Arbeiði er annarleiðis skipað, og her ganga vit vaktir á 6-6, meðan ein gongur 8-8 umborð á Norðborg. Teir siga, at sumt arbeið umborð her er trupult, meðan sumt ikki er trupult. Tað er serliga inni í skúrinum, at ein skal vera kvikur við hondunum. Enn veit eg ikki, hvar eg skal vera, segði Jákup Poulsen. Hann legði afturat, at teir vera heima á ólavsøku og á Summar festivalinum og serliga hevur tað týdning fyri hann, at vera heima á Summar Festivalinum, sum hann altíð hevur verið á.
Sí myndir frá, tá Jákup B gjørdi klárt at fara avstað mánakvøldið




