Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mín góða vinkona Vivi farin

Jórun Nystrøm

Tað steðgaði alt upp hjá mær, tá ein av mínum floksfeløgum skrivaði inn boð til mín og spurdi, um tað var Vivi Møller Vang, sum var farin. Eg visti av ongum, hevði ikki hoyrt tíðindini, so tað var ein verri skelkur at fáa.

Vivi og eg hava kenst frá, vit vóru smágentur. Vuksu upp mitt í Klaksvíkarbý tætt við Ziskatrøðskúlan, har vit gingu í sama flokki og vóru dag og dagliga saman eftir skúlatíð.

Pápi Vivi var Erik Møller Larsen, sum var stjóri í klædnahandlinum hjá J. F. Kjølbro og mamman Ingibjørg Hofgaard av Hvítanesi á Tvøroyri, tvey elskulig menniskju, har børnini altíð føldu seg væl at vera. Fimm vóru systrarnar, hvør vakrari enn onnur og hartil altíð blídligar og fittar.

Tá Vivi var um 16 ára aldur fluttu tey niðuraftur, og vit hvørki hoyrdu ella sóust í eini fimm ár, men minnist, hvussu glað eg bleiv, tá eg sá brúðarmynd av Vivi og manninum Hanusi Vang, bónda á Vatnaskørðum í Havn. Komin heim aftur til Føroya rann skjótt saman aftur okkara millum, og vitjaðu vit hvørja aðra við børnunum og høvdu mangar hugnaligar løtur saman.

Mangan vitjaði eg, saman við børnunum, í heimi teirra á Vatnaskørðum. Eitt vælsignað heim, har man altíð kendi seg meira enn vælkomnan, har eisini altíð varð borðreitt við øllum góðum.

Vivi var sera evnarík og ein av teimum bestu í flokkinum, ein fantastiskur floksfelagi og vinkona. Eg vil takka tær góða Vivi fyri alt tað góða, vit høvdu saman, virkar bara fyri meg so undarligt, hvussu stutt foldarlívið er.

Góði Hanus og tykkara kæru børn, ommu/abbabørn, má Harrin styrkja tykkum hesar tungu dagar og komandi.

Hvíl í friði góða Vivi.

Eg hugsi um løtur so góðar
og minnist á barndómsins ár
í bønum vit leiktu so fróar
so fjálgt var ungdómsins vár

Vit vóru so nær hvørjum øðrum
yngri og tilkomin við
í Klaksvík og Vatnaskørðum
sum systrar tvær, lið um lið.


Bert fyri tað góða eg minnist
teg, góða vinkona mín.
Ein fittari vinur ei finnist
eg minnist aftur til tín

Nú slóknað er fagrasta glæman,
eg ongantíð gloyma teg skal.
Tær løtur vit høvdu saman,
í hjartanum goymi eg væl

Jórun Nystrøm