Fyri stuttum var eg sjálvur fjórði í Rom við Atlantic Airways. Vit nutu eina viku saman í Italska høvuðsstað.
Dagin fyri, sum vit skuldu heim aftur til Føroya, høvdu vit leiga okkum ein taxa úr býnum og heim á hotellið, eftir strævnan, men gevandi dag, har vit millum annað høvdu verið og hugt at Coloseum. Tað regnaði hendan dagin, so vit skundaðu okkum úr taxabilinum og inn á hotellið.
Komin inn um hurðina í móttøkuhøllina, varnist eg, at telefonin hjá mær er ikki í lummanum og eg veit beinanvegin at eg havi mist hana í taxabilinum. Eg visti tað, tí eg mintist at okkurt datt tá eg skundaði mær úr bilinum í regninum, og eg helt tað vera lásið á trygdarbeltinum. Men nú var eg vísur í, at tað var telefonin hjá mær.
Eg fleyg útum aftur at vita um taxabilurin var har, men eg sá bara reyðu ljósini frá honum, tá hann fór út um portrið á hotelgarðinum.
Nú vóru góð ráð dýr. Eg fór yvir til diskin, og spurdi, um tey ikki kundu ringja til taxafelagið, men tey spurdu hvat nummar taxabilurin var og tað visti eg ikki. Tey royndu tó at ringja, taxastøðin vildi royna at hjálpa, men sjálvandi, hagani roknaði eg ikki við nøkrum.
Í allari frustrastiónini, fann eg endiliga útav at ringja til telefonina.
Hetta er ein dýr telefon ein IPhone 5S – ikki tann nýggjasta men tó. So vit byrjaðu at gita um, at hetta var funnin fressur hjá einum taxaførara at ogna sær eina góða telefon, ella at selja hana á svarta marknaðinum.
Eg ringdi og ringdi, men har kom onki svar. Hugsaði at kanska lá hon á dúrkinum aftan, soleiðis at maðurin ikki hoyrdi telefonina. Tankarnir mólu jú í høvdinum á einum. Fór at hugsa um, at bilurin helst bleiv settur inn í eina felags høll hjá taxafelagnum um kvøldi, so hoyrdi ongin telefonina, og eg skuldi heim við flúgvaranum dagin eftir. Nú fór knappliga øll ferian hjá okkum fýra at snúgva seg um telefonina hjá mær.
Á Norðlýsinum eru vit væl útgjørd við framkomnum Mac teldum og einum framkomnum neti, sum Nema hevur sett upp fyri okkum. Eisini hava vit øll IPhones.
Ein verður eitt sindur hart tikin, í slíkari løtu í fremmandum landi tá eitthvørt óhapp hendir, so tað gekk eitt sindur rúm tíð, áðrenn eg fór at hugsa at tað ber til at leita eftir telefonini á telduni heima. Apple hevur nevniliga eina skipan, ið kallast ”Find my IPhone”.
Men eg hevði onga teldu her og heldur ikki hevði eg sett meg inn í hvussu hendan skipanin virkaði, tí ”eg fór nokk ikki at missa mína telefon”. Men nú stóð eg har.
Øll hesi mongu ár eg undir skiftandi umstøðum havi átt Norðlýsið, havi eg hildið fast um, at tað er umráðandi hjá einum slíkum lítlum virki at hava tætt tilknýtið til undirveitarar. Tí hava vit, líka síðani vit fingu fyrstu teldina, eina ABC 80, brúkt Com-Data og síðani Nema at taka sær av tekniska partinum hjá okkum.
Tí var eingin trupulleiki nú, at ringja heim til Árna Elttør hetta kvøldið og kæra mína neyð. Hann lovaði at royna. Tað gekk bert stutt tíð, so ringir hann aftur og sigur: Eg síggi hvar telefonin er, hon ferðast eftir kortinum í Rom og eg síggi gøtunøvnini, men eg dugi ikki at siga hvussu gøturnar eita. Eg síggi eisini, at telefonin hevur 21% eftir í løðingini. Eg kann gera eitt, eg kann fáa telefonina at senda eitt hart ljóð út í bilinum har hon liggur, so kunnu vit vóna at førarin á bilinum varnast hana.
Sum sagt so gjørt. Eg bíði so eina góða løtu, og so royni eg aftur at ringja til telefonina hjá mær.
Jú, mín sann! Hann svarar og á brotnum enskum greiðir hann mær frá, at hann er á veg út á flogvøllin við fólki, men at hann skal koma aftur á hotellið við telefonini.
Tað gingu góðir tveir tímar til taxabilurin aftur stóð í túninum á hotellinum og ein smílandi italienari kom út og gav mær telefonina aftur – Eg gav honum sjálvandi eina góða finningarløn og takka fyri og vildi hava eina mynd av honum, tí kanska fór eg at skriva eitthvørt tá eg kom heim. Eg vildi hava mynd av honum við síðuna av bilinum. Nei, segði hann, tað er mær ikki loyvt at lata meg avmyndað við síðuna av bilinum. Ná, so bað eg konu mína standa við síðuna av honum, sum eina ”dokumentatión”. Jú, tað var hann fúsur til.
Hetta við skipanini hjá Apple er sjálvandi nakað, sum flestu kenna. Men søgan er skrivað, kanska meira fyri at vísa á, at ikki allir útlendingar eru óærligir og skálkar.
—
PS: Beint tá eg hevði tosað við bilføraran eftir at Árni hevði fingið telefonina at givið hart ljóð frá sær, ringdi Pól Mikkelsen í Føroya Banka til mín. Hann sigur: Ein maður blívur við at ringja til mín við telefonina hjá tær. Hann tosað eitt sindur av enskum, men eg helt tað vera okkurt fjas og legði bara hornið á. Ikki fyrr enn aftaná varnaðist eg at tað var tín telefon”. Telefonnummarið hjá Pól lá ovast í ”ubesvarede opkald”, so bilførarin hevur roynt at ringt til rætta viðkomandi áðrenn eg fekk fatur á honum.




