Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mínar visjónir fyri Klaksvíkar Kommunu

Hermann Samuelsen

Her eru mínar visjónir fyri Klaksvíkar Kommunu, um eg verði valdur – Nøkur brennandi ynski um, hvussu okkara kommuna skal mennast í framtíðini, so vit kunnu trívast enn betur her!

 

 

Býarskipan og Menning av Miðbýnum

Vit hava í Klaksvík nakrar átrokandi býarskipanar- og ferðslutrupulleikar. Seinastu 10 árini hevur miðbýurin verið undir stórari menning, og tað er alneyðugt, at vit tey næstu 4 árini miðvíst arbeiða fram ímóti at liðugtgera og knýta tann nýggja miðbýin saman við restina av Klaksvík. Bert tá kunnu vit veruliga fáa ágóðan av einum nýggjum miðdepli í kommununi.

 

Fríðkan av Kommununi

Samstundis mugu vit fríðka, hampa og rudda bæði miðbýin og allar aðrar býlingar og bygdir í kommununi. Klaksvíkar kommuna skal skína!

 

Virðing fyri Søgu okkara

Tað er eitt hjartamál hjá mær at varðveita og virða okkara søgu í staðin fyri at niðurlaga hana. Søgan skal vera ein natúrligur partur av okkara lokalsamfelagið. Eg vil, at vit nýta søguligar bygningar til modernað endamál, so søga okkara kann fáa nýtt lív.

 

Ein Býur fyri Øll – eisini gongufólk og súkklufólk

Eisini vil eg miðvíst loysa ferðslutrupulleikarnar í Klaksvík og skapa betur parkerings viðurskifti. Men tað skal eisini vera rúm fyri bæði gongufólk og súkklufólk, og vit skulu skapa pláss, har bilurin ikki fyllir ov nógv. Tað skal vera pláss fyri fólkið eins nógv sum fyri bilum!

 

Viðlíkahald er kjarnan at fáa eina væl skipaða kommunu

Kjarnin til eina vælskipaða kommunu er, at allir karmar í kommununi verða væl viðlíkahildnir. Hetta fevnir um smáting, sum ikki altíð fáa nógv uppmerksemi, men tey hava eins stóran týdning sum stórar verkætlanir. Vegir, fortov, sniðgøtur, kloakkir, vatnveiting og allir aðrir kommunalir karmar eiga at vera í góðum standi. Við at tryggja eitt høgt viðlíkahalds støði, skapa vit eina betri kommunu.

 

Tí skulu tit velja ein Hermann í býráðið 12. november!

Hetta er tað, eg vil arbeiða fyri, um eg verði valdur – at gera Klaksvíkar kommunu til eina sunna, snøgga og vælvirkandi kommunu fyri okkum øll!

 

Vel ein Hermann í býráðið 12. November!