Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Minkandi vindur í nátt

Hanus Kjølbro

Tað hevur verið nógvur vindur í dag. Vindmátarin hjá Landsverki á Gøtueiði vísti miðalvind á 20 m/s klokkan 14; tá vóru hvirlurnar uppi á 30 m/s – t.e. 1½ ferð miðalvindin.

Í kvøld er minni vindur, og tað er turt mestsum allasteðs.

Vindur fer at minka meir í kvøld og í nátt. Í morgin ári, tá ið fólk fara til arbeiðis, er vindferðin komin niður í 8 til 12 m/s av somu ætt sum í kvøld, útnyrðingi.

Hetta kalda luftrákið fer at halda á allan morgin. Í annaðkvøld er ætlandi mestsum stilli.

Um midnáttarleitið í annaðkvøld er liðugt við høgættini á hesum sinni. Tá kemur útsynningur aftur og lýggjari veður.