Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minni at fáa hjá Atlantic Navigator

Oliver Joensen

Flestu svartkjaftaskipini royna suður av Munkagrunninum, men fiskiskapurin hevur verið lakari seinastu tíðina.

Atlantic Navigator hevur nú roynt í fýra dagar, og teir hava um 100 tons av surimi inni.
Túrurin byrjaði vestur úr Mykinesi, har var ikki nógv at fáa, men so frættist um svartkjaft sunnanfyri, og so varð leitað tann vegin, men heldur ikki har hevur bragdað nakað serligt. Roknað verður tó við at fiskiskapurin fer at taka seg upp aftur, og kanska longur norðuri við Bankarennuna.
Veðrið er av tí allarbesta og nógv skip eru har á leiðini verður sagt.
Tey hava tað øll gott og lata heilsa heima.

Harleywoodpaint