Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minni at fáa í dag

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Norðsøki, Bragd og Brandur vóru eisini úti í nátt.

Norðsøki, Bragd og Brandur vórueisini úti í nátt.

Norðsøki royndi vestanfyri eins oghann hevur gjørt alla vikuna og hevði 5500 pund. Brandur og Bragdroyndu eystanfyri. Brandur hevði 5000 pund á 48 stampum, meðanBragd hevði 6000 pund.

Tó, hendan vikan man hava verið tann besta hjá hesum bátunum í longri tíð. Norðsøki hevur fingið  á leið 40.000 pund hesa vikuna.

Útróðrarmenninir eru eisini sannførdir um, at nakað av toskinum, teir hava fingið hesa vikuna, er “Íslandstoskur”. Eyðkendur at líta á siga teir, mjáða snáð og svart royggj.

Vit vóru á støð hjá Norðsøka eisini, og menn vóru troyttir, men lagið gott . Ein hemara hevði Norðsøki eisini fingið. Men teir fingu ongan prís fyri hann, tí bjóðaði Eyðólvur smakkiroyndir til vinir og kenningar. Norðlýsið fekk ein bita, og hann skal roynast.

Streymurin er góður í komandi vikuog tí væntast, at bátarnir fara avstað aftur í annaðkvøld.