Hósdagin 1. nov, verður minningarhald teirra sjálátnu við minnisvarðan í Norðdepli.
Minningarhaldið byrjar kl 15.00 við at Irdi Jacobsen, borgarstjóri bjóðar vælkomin. Síðani verður felagssangur áðrenn Jákup Erlingsson Petersen, prestur, heldur røðu.
Síðani leggur borgarstjórin krans vegna bygdaráðið.
Haldið endar við felagssangi.
Aftaná eru øll hjartaliga vælkomin til drekkamunn í skúlanum á Fossánesi.


