Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minningarorð um beiggja

Jógvan Júst Rasmussen

Í gjár fylti beiggi fýrs og í dag, dagin eftir føðingardagin, flutti hann heim í dýrdina. Sjúkan hevur verið hørð og høvdu vit nokk ikki vænta hann, at náða tey fýrs. Men líkur sær sjálvum, prógvaði hann uppá sín egna stilla máta, at jú, hatta kláraði hann eisini.

Tað eru nógvar kenslur sum leika í einum, tá ið ein missur beiggja sín. Havi havt ein góðan fyrimyndarligan beiggja og rakar tað hart at hann er farin.

Hugsaði, at heiðra hann við at luta hesa heilsanina, eg sendi honum í fjør, tá ið hann í fjør fylti 79.

 

August 14, 2017

Ein eitt sindur forseinka føðingardagsheilsan til beiggja.

Kom í tankar um, nú tú fyllur, at fyri tíggju árum síðani fóru vit báðir ein túr niðan á Kjøl og at fyri tjúgu árum síðani fóru vit báðir ein túr niðan á Klakk. Hugsaði at kanska vit eisini hesa ferð kunna fara ein túr saman. Hesa ferð verur tað bara í hugaheiminum, men tað kann eisini vera stuttligt. Helt at vit kundu hugleitt eitt sindur um hvar tú vart fyri 10, 20, 30, 40, 50, 60 og 70 árum síðani. Við øðrum orðum, tá ið tú fylti 9, 19, 29, 39, 49, 59 og 69.

Vit byrja við august mánað fyri hálvfjerðs árum síðani. Tað er í 1947 og tú fyllur níggju. Tit búgva í neystaloftinum hjá Grótabba. Hava búð har síðani í 45 og fara at búgva har har til tit í 48 flyta niðan í Gróti. Skilji eg tað rætt er hetta ein slags útlegdartíð hjá tær, heimstaðurin er jú hini megni vánna og Krotgrøvan, neysti og Gróti er alt meira ella minni fremmant.

So flyta vit okkum til august mánað fyri trýss árum síðani. Vit eru í 1957 og tú fyllur 19. Tú hevur verið til skips í tvey ár, ert við Liljuni og eru tit fyri nøkrum vikum síðani komnir heim úr New Foundlandi. Skilji eg tað rætt er hatta er nakað nýtt, at fara til New Foundlands, føroysk skip vóru júst byrja at fara hagar. Tvey ár seinni fert tú á stýrimannaskúla.

So flyta vit okkum til august mánað fyri hálvtrýss árum síðani. Vit eru í 1967 og tú fyllur 29. Tú ert skipari á Stellu Karinu. Hevur ført skipi síðani í 65 og førir tað til tað verur selt í 68. Eg síggi í brævi mamma skrivar tær í august, at tit eru á Flemish Cap. Taki eg ikki feil, er tað seinni á hesum sama túrinum, at tú fart tey tungu tíðindini, at mamma er farin.

So flyta vit okkum til august mánað fyri fjøruti árum síðani. Vit eru í 1977 og tú fyllur 39. Hetta er meðan tit hava Durid. Tað er í januar hetta sama árið, at Durid er tikin fyri at hava fiska innanfyri og tú bjargar skipi og fongi. Eg var í USA og minnist eg enn, tá ið eg fekk føroysku bløðini, har tað var fortalt um hvat hendi.

So flyta vit okkum til august mánað fyri tredivu árum síðani. Vit eru í 1987 og tú fyllur 49. Tú ert leiðari á alistøðini á Norðtoftum og hevur verið har síðani í 85. Har liggja nógvar stórar, spennandi avbjóðingar fyri framan. Seinni keypa tit alistøðina og kemur arbeiðið innan alivinnuna, at gerast ein stórur partur av yrkistíð tíni, meira enn tjúgu ár.

So flyta vit okkum til august mánað fyri tjúgu árum síðani. Vit eru í 1997 og tú fyllur 59. Tú ert um sama aldur, sum eg eri nú. Afturat Norðtoftum hava tit nú eisini í fleiri ár rikið Krivjing í Klaksvík. Tit eru komnir gjøgnum krisuna fyrst í hálvfemsunum og gongur alt nú við fúkandi ferð.

So flyta vit okkum til føðingardagin fyri tíggju árum síðani. Vit eru í 2007 og tú fyllur 69. Hetta er summari vit vóru við til grótaveitsluna fyri avkomarunum hjá ommu og abba í Grótinum. Fyrr um summari høvdu tú og Klara saman við Karin og Magni verið ein tú í Norra. Sum eg nevndi at byrja við, fóru vit báðir hetta summari ein túr niðan á Kjøl. Vit byrjaðu norðuri á Kósini, oman fyri har Ásla býr. Hugnaligur túrur, hetta var jú har tú sleit barnaskógvarnar og var tað áhugavert at hoyra teg fortelja frá barnaárunum norðuri á Stongunum. Komnir niðan á Kjøl fór vit oman aftur gjøgnum Gravaradal. Ein av teim góðu døgunum man ikki gloymir

Og so eru vit komin føðingardagin í ár. Tað hevði verið stuttligt at kunna verið heima til føðingardagin, men tað er ikki so lætt, man er jú so spjaddur. Tillukku við degnum góði beiggi og takk fyri alt tú ert fyri okkum.

Cathy heilsar

 

Jógvan Júst

 

Og nú eitt ár seinni er hann fluttur heim. Heim til Hansara, sum frelsti hann og átti hann. Nú far beiggi flutt seg aftur og bæði tosað og flenna. Vit unna tær tað beiggi, samstundis sum vit eisini sakna teg ræðuliga nógv. Takk fyri alt tú hevur verið fyri okkum.

 

Vit síggjast.