Fødd 02.09.48 – Deyð 27.08.14: Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan. Hetta var svarið, sum hon við stórum smíli gav mær, tá eg spurdi: ”Lissan, hvussu ber tað til, at tú altíð sært út sum ein sólstrála og hvaðani fært tú hesa orkuna? Tú bakar til allar hugsandi kenningar, tú minnist hvønn føðingardag langt út um tíni nærmastu, nær hvør fær prógv, fer at ferðast, hevur átt barn, blivin omma o.s.fr. og øllum gevur tú gávur”.

Soleiðis minnist eg hana. Hon hevði so nógv at geva av sær sjálvari og hevði so stóran áhuga í, hvussu tað gekst hjá øllum rundan um hana.
Altíð tosaði hon um børnini og ikki minst ommubørnini, sum áttu eitt stórt pláss í hjarta hennara. Henni dámdi so væl at vera saman við teimum, spæla við tey, lesa søgur og syngja fyri teimum og keypa gávur til tey, alt, sum tey ynsktu sær, og tá vit onkuntíð hildu, at tað var í so nógv, so segði hon bara ,,Eg ætli mær at forkela tey meðan eg livi’’.
Vit á Geilini sakna teg nógv. Tú vart so livandi, so gevandi vart at síggja hvønn dag við súkkluni ella við hundinum og gavst tær tíð at tosa við tey, tú møtti á vegnum og tú dugdi sum fáur at práta við fólk, so tey fingu mót at deila sína gleði og sína sorg við teg í øllum lívsins viðurskiftum og títt smíl og lætta lyndi smittaði yvir á tey, sum tú komst á tal við.
Allar gongutúrarnar út á Oyrar, tá vit kundu tosa um alt, sum lá okkum á hjarta, telefonsamtalurnar, og tá tú komst inn á gólvið eru eisini stundir, sum eg fari at goyma í minninum um teg.
Á arbeiðsplássinum vart tú eisini sum ein sólstrála, tú vart so góð við tey óhjálpnu og tey elskaðu, tá tú hjúklaði um tey las og sang fyri teimum við tíni vøkru rødd.
Tú fekst eisini at kenna mótgongd. At missa ommusonin og seinni mannin var sárt, men hetta komst tú ígjøgnum við Harrans hjálp og royndi sum altíð at hugsa um hini og vera til troyst og ugga fyri tey rundan um teg í stóru sorgini, og tú skammaðist ikki við at siga hvaðani styrkin kom.
Eg minnist, hvussu glað tú vart, tá tú seinni kom at kenna Magnus, og hvussu góð tit bæði vóru, og tú blómaði av nýggjum, og tit fingu eina góða tíð saman. Men tað vardi ikki leingi, til tað aftur vendi. Tú gjørdist illa sjúk, og viknaði skjótt, og stutt áðrenn tín føðingardag flutti tú heim til Hansara, sum tú í ungum árum hevði sett títt álit á.
Má Harrin troysta tíni kæru og okkum øll, sum sakna.
Ærað veri minnið um mína góðu vinkonu Lissuna.
EJ