Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minningarorð um Ingun Joensen

Karin Jacobsen

Veðrið var av tí allar fagrasta hendan týsmorgunin. Eg gekk til arbeiðis og væntaði, at hesin dagurin kundi bara gerast góður. Lítið visti eg, tí lítla løtu eftir at vit vóru farnar undir dagsins gerning á laboratorinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ringdi Hjørdis hjá Ingun og gav mær boðini: “Mamma er deyð.”

Eg mátti seta meg niður. Alt steðgaði upp. Hetta kundi ikki passa. Ingun var farin at ferðast saman við systrunum Elin Súsonnu og Randi. Á hvørjum ári plagdu tær at gera ein túr saman, og í ár gekk leiðin til Lissabon. Hon hevði glett seg leingi til túrin, og eg visti, at tær júst vóru komnar leiðina fram til portugisiska høvuðsstaðin.

Ingun og eg vóru starvsfelagaðar, men eg møtti henni longu sum smágenta, tá eg ferðaðist norðuri á Strond, hjá Annu og Hans Jákup mammubeiggja mínum. Strond var fyri mær sum barn ein dreymaverð, stórir motorar, nógvar gentur og so tann ómetaliga stóra áin, har vit kundu spæla dagin langan. Her var pápi Ingun, Hjálmar Jacobsen, bestýrari á elverkinum og her búðu hann og Ásleyg saman við døtrunum.

Vit arbeiddu saman í næstan 40 ár. Vit fingu børn, prátaðu um tey og góvu góð ráð. Børnini vuksu til, og vit fingu ommubørn, gleddust og fylgdu við, hvussu gekst. Eisini tá foreldur okkara viknaðu og ikki vóru meira, vistu vit, at vit høvdu hvørja aðra.

Ingun var ein hollur starvsfelagið. Hon var fakliga sera væl fyri, altíð nærløgd og álítandi. Ingun var eisini fakfelagsfólk og brendi fyri tí. Nú hon andaðist, var hon forkvinna í fakfelagnum hjá føroyskum bioanalytikarnum, og hetta arbeiðið gjørdi hon bæði væl og virðiliga.

Ingun og Mikkjal búðu í hugnaliga heiminum í Gerðum. Tað var ein stórur skelkur, tá Mikkjal brádliga doyði fyri á leið tveimum árum síðani. Ingun fall tó ikki í fátt, men var hin sama róliga og sterka. Tey áttu tríggjar døtur, Anniku, Hjørdis og Birnu. Ingun var glað og errin av teimum og tí, sum tær fingust við. Barnabørnini eru seks í tali, og tey vóru henni serliga kær. Eisini versynirnar var hon góð við.

Ingun var glað fyri lívið og var áhugað í so nógvum. Hon las nógv, og ofta prátaðu vit um bøkur, sum hon las ella hevði lisið. Fleiri eru bøkurnar, sum eg havi lisið, bara tí hon viðmælti tær. Stóra urtagarðin við vakstrarhúsi brúkti Ingun nógva tíð uppá, og húsini við Svínáir var hon glað fyri. Ingun var sera ófør til hendurnar, bæði til hamara, sag, nál og stokkar. Vit vóru hugtiknar av vøkru troyggjunum, sum hon bant bæði sær sjálvari og øðrum. Tær vóru sonn listaverk.

Nú eg festi hesi orð á blað, tykist náttúran at syrgja tín brádliga deyða við regni og vindi. Takk, Ingun, fyri alt, sum vit fingu við tær! Tú vart tann trygga og rættvísa, sum vit altíð kundu rokna við. Tú vísti okkum virðing, áhuga og umsorgan. Tú verður saknað. Og vit, tínir starvsfelagar, fara altíð at minnast teg við størstu virðing.

Við samkenslu við tykkum, Annika, Hjørdis , Birna, Randi, Elin Súsanna og Bjørg. Og øllum tykkara.

Harrin styrki okkum í sorgini og sakninum. Karin