00.04 ringir telefonin, innast inni visti eg at tað vóru ikki so góð boð í fóru at koma, og rætt var, boðini vóru at nú var Jóhanna farin.
Eg kom at kenna Jóhannu fyri ca 7 árum síðani. Tað hevdi hon siti í rullistóli í nøkur ár , eftur einum stórun hjernabløðningi. Jóhanna var ein í man bleiv skjótt góður við, hon var altíð við tíð góða. Hon hevði áhuga hvussu hennara medmenniskju høvdu tað, spurdi man um hvussu hon hevði tað, so fekk tú ikki nakað svar frá henni um seg sjálvan, hon segði seg onga pínu hava og hevði tað gott, men har aftur ímóti so spurdi hon um hvussu míni børn ella ommubørn høvdu tað. Hevði ein verði sjúkur, ja so spurdi hon inn til hvussu viðkomandi hevði tað, og tá íð man fór avstað so skuldi man altíð heilsa. So hennara áhugi var at øll rundan um hana høvdu tað gott.
Minni hjá Jóhannu var sum hjá fáum. Nøvn, árstøl, føðingardagar , telefonnummer o.a. Alt hetta hevði hon í høvdinum, har var ikki nødvendigt at googla ella hyggja í bøkur fyri at finnað tað rætta árstalið ella navn/nøvn Hevði tú sagt tað einaferð við hana, so mintist hon til tað. Onkuntíð tá íð man sæt og tosaði um eitt ella annað og man helt at hon var í einari aðrari verð, og ikki var við í samtaluni ordeliga , so kundi Jóhanna knappuliga koma við tíð rætta í vit royndu at finna út av. Og var tað eitt ella annað í man ikki visti, ja so spurdi man Jóhannu, hon kom altíð við tíð rætta. Hon var sum ein leksikon.
Jóhannu dámdi sera væl at koma til føðingardagar hjá familjuni, og eisini at koma yvir í kirkjukjállarin, hetta sá hon fram til í fleiri dagar. Hetta helt henni ikki aftur, sjálvt um hon sæt í rullistóli, sjálv ringdi hon til kommununa og ornaði fyri bili, og so sjálvandi eisini til frisør, hon vildi síggja gott út, tá íð hon fór út ímillum fólk.
Kongalig tað var Jóhanna, vikubløðini skuldi hon hava. Her læs hon um hvussu tey kongaligu høvdu tað, hvat í tey gjørdu og hvar í tey vóru. Hon dugdi allar rekkina av teimun kongaligu, ikki bara tey donsku, men eisini norsku og tey svensku.
Einki helt Jóhannu aftur, sjálvt um hon hevði haft ein hjernabløðning og bara kundi brúka tað einu hondina, so vildi hon á kvøldskúla. Aðrenn hon bleiv sjúk hevði hon gjørt nógv av hondarbeiði, bundi , brodera, o.a. À kvøldskúlanum treivst hon sera væl, dámdi at koma út at síggja onnur og fáa eitt tos við onkran. Jóhanna var sera sosial, so henni dámdi at hava fólk rundan um seg.
Fyri 1 1/2 ári síðani,fór hon at tosa um at tað hevði verði stuttligt at fari ein túr til Havnar, hetta fingu vit báðar skjótt klára, lánti ein bil í kundi taka rullistól, og so var dato sett. Jóhanna var so spent at fara at hon taldi minuttirnar. Dagurin upp rann við tíð besta veðri sum ongantíð aður. Komu til havnar fóru vit oman á kajuna, at fáa okkum kaffi og káku. Og sjálvandi so skuldi hon hava Arnold at trilla seg yvir til trappurnar í vóru nógv frammi akkurat tá. So hevði hon eitt ynskji afturat, og tað var at møta syskinabarnunum sum búði í havn, so at leita. Vit funnu hann, og tá íð vit fóru frá honum, segði hon at tað var tað besta á túrinum. A veg norður aftur fóru vit út a Runavík at hyggja okkum um og hyggja eftur teimun stóru bygninginum sum vóru í bygging á kajini. Tá íð vit komu út úr undirsjóðartunnellini vildi Arnold sleppa heim, men nei frúan var ikki ferdig enn, var tað nakað í lá ovast hjá Jóhannu, so var tað Húsar, hon vildi koyrast til Kunoyar fyri at kunna síggja yvir á Kalsoy, síggja Húsabygd. Her kundi tú síggja stjørnir í eygunum á Jóhannu, her hon sá yvir á bygdina.
Telfonin gekk heit til Húsar, tá íð Arnold var har, hon skuldi vita akkurat hvat í teir gjørdu og ikki minni nær í hann kom yvir aftur.
Øll hesu ár í Jóhanna hevur siti í rullistóli, so hevur Arnold verði um hana og orna alt í húsinum, so tað má hava verði ein stór umvelting fyri Arnold at fara av skipi og fara heim at halda hús. Øll hesi ár í hann hevur verði um Jóhannu so at hon kundi verða heima alla tíðina, hetta er eitt kempu arbeiði í Arnold hevur gjørt øll hesu ár.
Nú í gerandis dagur er byrjaður aftur, og eingin Jóhanna situr við stovuborði, vil hetta verða ein stór umvelting fyri tykkum báðar Arnold og Jógvan, sum hava verði um hana øll hesu ár. Saknurin og tómrúmið eftur Jóhannu vil merkja tykkara gerandisdag í langa tíð framyvir.
Góða Jóhanna eg vil takka tær fyri tíðina í vit fingu saman, har í vit sótu yvir av hvørjari aðrari og hava tosa nógvar tímar saman. Tað fer at verða merkeligt at ongin fer at ringja. Saknurin og sorgin er stór
Eg vil bera mína djúpastu samkenslu, til tín Arnold og Hans Elias við familju, og til tykkum øllum í stóðu Jóhannu næst, Jóhanna elskaði tykkum fram um alt á hesi jørð. Má Gud styrkja og ugga tykkum í sorgini og sakninum eftur Jóhannu.
Olga Jensen




