Tað er Andrass Jacobsen úr Haraldssundi, sum hevur staðið fyri hesari talvu.
Inni í talvuni er ein mynd av brúnni, ið er ógvuliga sjáldsom, og hevur ein serstakan bygningsmáta. Talvan er sett upp á goymslubygningin, ið Andrass sjálvur eigur. Brúgvin er tætt norðanfyri bygningin, ið liggur við
Fjøruvegin. Andrass hevur kannað ymiskt í samband við hesa brúnna. Maðurin, ið hevur laða hesa brúnna, eitur Magnus Sivert Simonsen. Frágreiðngin um brúnna er skriva á enskum, donskum og føroyskum máli.
Símun Hansen hevur skrivað í sínari bók, " Tey byggja land "sum kom út í 1979, at henda brúgvin er umleið 100 ára gomul. Tað vil siga, at hon er gjørd umleið 1880.
Magnus Sivert, varð góður grótlaðari, hann var føddur 3 oktober í 1858 í húsinum har Suðuri í Haraldssundi. Hann doyði 26 mars 1937. Hesin sami maður laðaði eisini eina aðra brúgv, ið gekk tvørtur um Glyvursá, ið er tann stóra áin, sum er ímillum báðar býlingarnar Suðuri á Bakka og Heim við Hús. Henda brúgvin var niðurtikin fyrst í 1930 árunum, tá vegurin var gjørdur ímillum býlingarnar.
Magnus Sivert og konan, Anna Sofía Joensen, ið kom úr húsunum Suðuri í Stovu í Kunoy, fluttu til Hoyvíkar, har Magnus Sivert var uppisitari í 1889. seinni fluttu tey til Havnar, har Magnus Sivert var gravari.
Við kunnu eisini í hesum sambandi siga, hesin maðurin er abbi til Marner Simonsen sála, ið var lækni og Erling Simonsen tannlækna úr Havn.
Andrass hevur altíð havt áhuga í gomlum tingum og sum heild í øllum gomlum, og roynir hann at arbeiða við slíkum, tí sum hann sigur, áðrenn vit vita av, so eru øll tey gomlu farin, og eingin veit um hesi gomlu tingini at
siga.
Andrass nevnir her til stuttleikar, at í Haraldssundi í 1737, vóru tríggjar familjur við 7 børnum og tá vóru 3 hús. Í 1855 vóru 4 hús og 24 fólk, í 1921 vóru 5 hús og 29 fólk, í 1925 vóru 6 hús og 41 fólk, í 1960 vóru 10 hús og 47 fólk, í 1966 vóru 9 hús og 50 fólk.
Taka vit í dag 2006, so eru 21 hús í Haraldssundi í dag og 75 fólk. Tað eru tríggir býlingar, Heim við Hús, Suðuri á Bakka og Suðuri á Leiti.
Andrass sigur, at hann hevur sæð hesa brúnna alla sína tíð, men hevur saknað søguna um brúnna.
Andrass vil í hesum sambandi takka øllum, ið hava hjálpt honum við at fáa hansara ynski uppfylt.




