Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minnist til sólkrem: Tað er brennandi sól í Klaksvík

Danial Viðoy

Norðlýsið hevur júst nú verið ein túr við bátabrúgvarnar við myndatólinum. Fólk hugna sær óført í góðveðrinum. Tað er brennandi sól og tað er satt festivalveður.

Norðlýsið hevur júst nú verið ein túr við bátabrúgvarnar við myndatólinum. Fólk hugna sær óført í góðveðrinum. Tað er brennandi sól og tað er satt festivalveður.

Summi røkjast við ymsar uppgávur umborð á báturnum. Heysa fløgg upp, skrúva eitt sindur afturat og annars rigga orduliga til, so tað er klárt at taka ímóti Summar Festivalinum við tess gestum. Ein og hvør bátur má verða klárur til gestir ein slíkan festival.

Onkur annar liggur á takinum, í dag er tað sóltakinum, og sólar sær. Hitastigini liggja um tey 15. Tað er ikki at forsmáa í Føroyum.

Og uppaftur onnur rógva yvir um Vágna at keypa sær tað síðsta.

Jú tað er klárt til Summar Festivalin, ið hvussu er norðuri á bátabrúgvunum. Síggj bara myndirnar; tær tala fyri seg: