Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Minnist til upphitingina í Varpinum

Bláa Bylgja

Øll sum koma framvið til upphitingartiltakið í Varpinum leygardagin kl. 17.00, eru við í lutakastinum um tríggjar góðar vinningar.

Ein av størstu dystunum hetta kappingarárið verður spældur leygardagin á Norðoyastevnu, tá ið KÍ og NSÍ bresta saman. Bláa Bylgja fer at skipa fyri upphiting í Varpinum, har møguligt verður at fáa kaffi, te, kaku og sjálvandi eisini saft og sodavatn til børnini.

Øll sum koma framvið til upphitingartiltakið í Varpinum leygardagin kl. 17.00, eru við í lutakastinum um tríggjar góðar vinningar.

1. Gávukort á 500 kr. frá Angus

2. Gávukort á 500 kr. frá Reyðleyk

3. Gávukort á 500 kr. frá Angus

Einasta tú skalt gera er, at møta upp til upphitingartiltakið í Varpinum.