Ongin ivi er um, at vit í Føroyum eiga heimsins bestu sjómenn – tí tað havi eg ferð eftir ferð – verið vitni til sjálvur. Tá ið eg sigldi sum kokkur umborð á línubáti, tá fekk eg sjón fyri søgn á havinum og byrjaði lívið at læra, at kenna.

Og eitt sum eg ongantíð havi skilt – er at línumaðurin, sum hevur arbeitt 12 tímar um døgnið – fær eina løn, sum er minni enn lønin hjá einum, sum er í ALS. Sjálvandi skal lønin ikki vera minni – enn hjá einum…, sum er arbeiðsleysur og skula korini hjá sjómanninum eisini vera nógv betri enn hvat tey eru í dag.
Sjómaðurin er tann persónurin, sum heldur lívinum upp hjá okkum føroyingum og vit eiga at virða sjómannin allermest í okkara samfelag. Uttan sjómannin – so varð ikki hetta vælferðarfelag vit liva í. Tí fari eg eisini at virka fyri, at sjómaðurin fær allan tann ágóða, sum hann/hon so sanniliga hava uppiborið. Tit eiga lívið í okkum føroyingum og tað skula vit heldur ikki gloyma.
X viðJógvan Á Høvdanum
– Valevni hjáNýtt Sjálvstýri