Klokkan 3 í dag fer Fiskamarknaður Føroya at selja 5.000 tons av svartkjafti á uppboðssølu, og á heimasíðuni hjá Fiskamarknaðinum sæst nú, at minstaboð er sett til 12 oyru fyri kilo.
Á fyrstu opnu uppboðssøluni var prísurin settur til 30 oyru fyri kilo, og dagin eftir var roynt aftur við einum minstaprísi á 18 oyru, men hvørgu ferðina var nakar sinnaður at bjóða fyri tann prísin.
Nú verður so roynt aftur við 12 oyrum.




